Tað eru nú ábendingar um, at tað verður byggisamtakið NCC Norge og NCC Danmark, sum fær arbeiðið at gera sjálvan tunnilin undir Vestmannasundi.
Hetta var eisini samtakið, sum hevði tað lægsta tilboðið.
OT Blindheim í Tróndheimi og Norconsult í Oslo, sum eru ráðgevarar hjá P/F Vágatunlinum, hava mælt til at samband fyrst verður tikið upp við NCC um at gera tunnilin.
Og nú hevur tann fyrsti fundurin verið ímillum NCC og Vágatunnilin.
Men Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum, leggur dent á, at hetta var ikki ein samráðingarfundur.
?Hetta var ein uppklárandi fundur. Ráðgevarar okkara halda, at NCC hevur eitt áhugavert tilboð og hevur mælt okkum til at taka upp samband við byggisamtakið fyrst, fyri at fáa fleiri upplýsingar um nøkur viðurskifti, sum vit hildu vera ógreið í tilboðnum hjá teimum.
? Hesar upplýsingarnar hava vit nú fingið og nú fara ráðgevarar okkara at viðgerða upplýsingarnar og so fara teir at gera okkum eitt tilmæli og tá verður støða tikin til, høvnn vit fara at samráðast um sjálvt arbeiðið við.
Fundur hevur ikki verið, og er ikki avtalaður við nakað annað av hinum trimum byggisamtøkunum, sum hava bjóðað uppá arbeiðið.
NCC bjóðaði sær til at gera ein 8,5 metrar breiðan tunnil fyri 142,3 milliónir og ein 10 metrar breiðan tunnil fyri 151,6 milliónir.
Annars høvdu tvey onnur byggisamtøk latið tilboð inn, sum lógu nakrar fáar milliónir hægri enn tilboðið hjá NCC.
Annað samtakið, Mika, Spesialkontrakt og J&K Petersen kunnu gera tann smalara tunnilin fyri 147 mió og tann breiðara fyri 157 milliónir. Og Højgaard & Schultz, Selmer Fureholmen og Veidekke kunnu gera tann smalara tunnilin fyri 153,6 mió. og tann breiðara fyri 164,8 mió.
Hinvegin er tað enn púra ógreitt, hvør fær arbeiðið at gera vegirnar í sambandi við tunnilin. Samráðingar hava verið við J&K Petersen, sum hevði næstlægsta tilboðið, men eftir at rumbul stóðst av, at samráðingar ikki vóru við Byggitek, sum hevði lægsta tilboð, bað landsstýrið Vágatunnilin tosað við Byggitek. Tann fundurin var fríggjadagin og aftaná tað kom eitt tíðindaskriv, sum er líka onkissigandi, sum tað er stutt. Har stendur at Vágatunnilin og Byggitek hava havt ein kunnandi og konstruktivan fund, at at misskiljingar eru ruddaðar av vegnum og at samband verður ímillum partarnar framyvir. Men leiðslan í Vágatunlinum vil ikki útgreina, um hetta merkir, at samráðingar nú verða við Byggitek, og um J&K Petersen eru settir til viks. Spurningurin er púra opin, og vit úttala ikki øðrvísi, enn vit gera í tíðindaskrivinum, sigur Dávid Reinert Hansen.h;is reytt)
Máltindurin
Signar Johannesen AB 11
Kristoffur Vidtfeldt B71 11
Oddbjørn Joensen AB 9
Pauli Hansen Skáli 9
Egill Steintórsson VB 9
Aksel Højgaard B68 8
Kaj Roest TB 8
Jákup Olsen B68 6
Kári í Láabø VB 6
Svend Poulsen AB 6
Regin Arge B36 5
Hallur Christiansen TB 5
Eyðun Svalbard TB 5