Hava ikki funnið grindina enn

Skjóttgangandi bátar fóru fyri løtu síðani út úr Hvalba í royndini at finna grindina, sum Smyril fráboðaði fyri umleið einum tíma síðani. 

 

 

Men Vilhelm Meyer, grindaformaður á Tvøroyri sigur, at enn er grindin ikki funnin. Annars skiltist í morgun, at grindin ivaleyst verður rikin á Hvalba, um hon also verður funnin. 

 

 

Tað var Smyril, sum boðaði frá grind eystanfyri Suðuroynna í morgun.