Hava ikki jagstrað Hans Paula

Meirnýtslan hjá Hans Paula Strøm var av einum heilt serligum slagi og tí kundu vit ikki sita tigandi og hyggja at, sigur Høgni Hoydal

- Tá ið vit hava kravt, at Hans Pauli Strøm skuldi leggja frá sær, hevur tað als onki fyri heksajagt ella forfylging at gera.

Tað er annrs kenslan, sum Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður, situr eftir við, eftir at hann noyddust at leggja frá sær.

Meirnýtslan hjá Hans Paula Strøm var av heilt serligum slagi, tí hon var so stór og hon varð miðvís og skipað ár um ár, sigur Høgni Hoydal.

Ímeðan vit sótu í CHE samgonguni, heittu vit fleiri ferðir á Hans Paula Strøm um at fáa tamarhald á peninganýtsluni í heilsuverkinum, annars endaði tað við, at hann varð tvingaður at leggja frá sær.

Men Høgni Hoydal sigur, at meirnýtslan helt bara fram.

- Hóast Hans Pauli Strøm hevur gingið allar eykajáttanir, hann hevur biðið um, helt hann fram at brúka pengar, sum ikki vóru játtaðir.

- Málið er reist tí at bæði landsgrannskoðarin og løgtingsgrannskoðararnir hava víst á tað.

- Og tá ið so løgmaður eisini sveik sína eftirlitskyldu, var onki hjá okkum at gera enn at taka málið upp, sigur Høgni Hoydal.

- Tá ið Hans Pauli Strøm kallar hetta hunddálking, er hetta bara ein roynd at flyta tankarnar frá veruliga trupulleikanum, men tað er ússaligt at leggjast eftir boðberanum, heldur enn trupulleikanum.

Vit hava meiri um málið aðrastaðni í blaðnum.

Les eisini greinina: Høgni Hoydal vil ikki rinda prísin fyri valdið