Hava ikki noktað at seta kommunulækna í Suðuroy

Í lesarabrævi í dag, ber Bjarni Hammer, løgtingsmaður, fram, at Heilsutrygd ikki vil hava fleiri kommunulæknar í Suðuroy, tí tørvur ikki er á tí.

 

Hvaðani Bjarni hevur søguna veit eg ikki, og mær kunnugt, hevur Bjarni ikki sett seg í samband við Heilsutrygd, fyri at kanna um hetta er rætt. Eg kann heilt stutt siga, at hetta er ikki rætt. Tí hevur Heilsutrygd hesar viðmerkingarnar.

 

Í langa tíð hevur verið trupult hjá Heilsutrygd at manna kommunulæknastørvini í Suðuroy, eisini eftir at Suðuroy varð løgd saman í eitt læknadømi. Heilsutrygd lýsir javnan við leysu kommunulæknastørvunum, og bara einaferð hesi nógvu seinastu árini, hevur eydnast at fáa eina umsókn.

 

Tá var tað frá einum donskum kommunulækna, sum tó ikki fekk verið í Føroyum meira enn uml. helvtina av tíðini. Setanarbólkurin metti, at hóast hetta ikki var mest ynskiliga loysnin, so var hetta tó ein loysn, sum kundi betra um kommunulæknaviðurskiftini hjá íbúgvunum í Suðuroy, tá annars eingin fastur kommunulækni røkti kommnulæknastarv í Suðuroy.

 

Tá kommunulæknastørvini ikki eru mannaði við føstum kommunulækna, roynir Heilsutrygd at manna tey við avloysarum.

 

Sambært Bjarna Hammer, løgtingsmanni, vil føroyskur lækni við góðum royndum, fegin royna seg í starvinum. Hann nevnir, at søkt hevur verið um vikariat.

 

Hetta er ikki rætt. Heilsutrygd kennir ikki til, at nakar føroyskur lækni við góðum royndum, hevur søkt um starv í Suðuroy, og hevur fingið tað noktað.

 

Tað skal tó sigast, at Heilsutrygd, umvegis eitt av viðtalustarvsfólkunum í Suðuroy, fekk upplýsingar um at ein føroyskur lækni, sum áður hevur verið í føstum kommunulæknastarvi, var áhugaður í at avloysa í Suðuroy í fýra dagar eitt ávíst tíðarskeið í juni. Júst tá metti Heilsutrygd ikki at tørvur var á hesum, m.a. grundað á sera stutta tíðarskeiðið. Um hetta er upprunin til søguna, dugi eg tó ikki at siga.

 

Tað skal eingin ivi vera um, at Heilsutrygd altíð roynir at manna kommunulæknastørvini í øllum landinum, eisini í Suðuroy.

 

Egl á Bø

 

stjóri

 

Heilsutrygd