Hava ikki verið steypalið

KÍ hevur verið meistari seytjan ferðir. Steypasigrarnir hjá klaksvíkingum eru nógv færri. KÍ var fyrstu ferð steypavinnari í 1966 og so aftur í 1967. Síðani hava teir vunnið Løgmanssteypið í 1990, 1994 og í 1999. Eftir tapið í Fuglafirði er greitt, at KÍ fer ikki at hátíðarhalda 100 ára dagin sum steypavinnari.
ÍF hevur ongantíð vunnið steypakappingina. Fuglfirðingar hava tvær ferðir verið í finaluni, og teir hava báðu ferðirnar tapt ímóti HB. Fyrra ferðin var í 1976. Tá fevndi finalan um tveir dystir. Í Fuglafirði vann HB 5?1, og í Gundadali var úrslitið 2?2. Seinna ferðin var í 1987, tá ið ÍF spældi í 2. deild. Úrslitið var 2?2, og tá ið spælt varð tvær ferðir eitt korter kom einki mál. So var neyðugt við nýggjum dysti, sum HB vann 3?0.
Í 1998 og í 2001 spældu ÍF og KÍ fjórðingsfinalur í Klaksvík. Fyrru ferðina vann KÍ 3?1, og seinnu ferðina vunnu klaksvíkingar 2?1. Leygardagin var fjórðingsfinalan í Fuglafirði, tí ÍF stóð seg betri í bólkaumfarinum, enn KÍ gjørdi.