Klaga
Karsten Hansen, landsstýrismaður, er nú klagaður fyri Løgmanni.
Tað er Føroya Arbeiðarafelag, sum hevur klagað landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri Løgmanni.
Føroya Arbeiðarafelag sigur, at Karsten Hansen heldur ikki tær grundleggjandi, fyrisitingarligu reglarnar. Og tað má Løgmaður syrgja fyri, at hann ger.
Tað er í sambandi við sáttmálarnar um dagrøktarar, at Føroya Arbeiðarafelag er so ónøgt við arbeiðslagið hjá Karsten Hansen, at tað nú hevur klagað hann fyri Løgmanni.
Í allarflestu kommunum kring landið hava dagrøktarar ikki havt skipað viðurskiftið, men í fjør fekst hetta í rættlag.
Nakrar kommunur hava gjørt sáttmála við Starvsmannafelagið um dagrøktararnar. Men tær allarflestu kommunurnar hava gjørt sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.
Men enn eru verri enn so allar súður syftar, tí stutt fyri jól kom undan kavi, at Fíggjarmálastýrið ikki vildi góðkenna sáttmálarnar, fyrrenn fleiri broytingar vórðu gjørdar.
Og tað er í hesum sambandi, at Føroya Arbeiðarafelag er so ónøgt við arbeiðslagið hjá landsstýrismanninum í Fíggjarmálum, at felagið hevur klagað hann fyri Løgmanni.
Svarar ikki
Í klaguni til Løgmann sigur Føroya Arbeiðarafelag, at Fíggjarmálastýrið góðkendi teir fyrstu sáttmálarnar, sum felagið gjørdi við nakrar kommunur um dagrøktarar.
?Men teir seinnu sátmálarnar hevur Fíggjarmálastýrið noktað at góðkenna, hóast treytirnar í teimum eru heldur linari fyri kommunurnar enn í teimum, sum eru góðkendir, sigur Føroya Arbeiðarafelag í Klaguni.
Í hesum sambandi sendi Føroya Arbeiðarafelag tann 20.12.00 Karsten Hansen bræv um málið og síðani eru áminningarbrøv eisini send, sigur felagið.
? Vit hava onki hoyrt aftur frá Karsten Hansen og tað meta vit vera brot á grundleggjandi fyristingarligar reglar, tí tað átti sjálvsagt at verið so, at landsstýrismaður svaraði teimum skrivum, sum send verða honum.
Føroya Arbeiðarafelag vísir á, at tað er Løgmaður, sum hevur høvuðsábyrgdina av umstingini hjá Landsstýrinum.
? Tí fara vit at heita á tygum um at taka neyðugu stigini, soleiðis at brøv okkara verða svarað, sigur Føroya Arbeiðarafelag í brævinum til Løgmann.
Felagið skoytir uppí, at málið hevur skund og tí vóna tey, at Løgmaður avgreiðir áheitanina so skjótt, sum til ber.
Føroya Arbeiðarafelag skoytir uppí, at tað umhugsar at fara víðari við málinum, men tey vilja fyrst royna at heita á Løgmann um at fáa viðurskiftini í rættlag.
Føroya Arbeiðarafelag hevur áður boðað frá, at tað umhugsar at stevna Fíggjarmálastýrinum, tí tað heldur, tað er farið út um sínar heimildir, tá ið tað noktar at góðkenna sáttmálarnar.
Orsøkin til, at Fíggjarmálastýrið ikki vil góðkenna sáttmálarnar, er m.a. at 1. mai er frídagur. Samstundis krevur Fíggjarmálastýrið, at lønin verður roknað øðrvísi út so at hon verður knappar 200 krónur lægri fyri hvørt barnið, enn tað annars er avtalað í sáttmálanum.