Nýliga kom svar úr kirkjumálaráðnum, upp á eina nøgd av skuldsetingum ímóti bispi líka frá baðifasilitetum á einum prestagarði, yvir eina lestrarbók og til ein valds/autoritetsspurning í Fuglafjarðar prestagjaldi. Allar skuldsetingarnar vóru sagdar, at botna í nøkrum prestums mótvilja ímóti kvinnuligum prestum.
Tað eru serstakliga ungir prestar sum hava óvilja ímóti kvinnuligum prestum, hoyrist. Tað sær soleiðis út sum, at hesir ungu prestarnir eru farnir at kappast alvorliga við aðrar sektir í Føroyum ? tann annars einaferð so hóvliga og toleranta fólkakirkjan ? um at verða mest fundamentalistiskur.
Uttan at skula fara at samanbera Føroyar við islamisk-fundamentalistisk lond í mið- og fjareystri, (eg viðgangi, at tað er ikki heilt reelt) fari eg kortini at loyva mær at koma inn á Afganistan, sum í 1996 fekk eitt rættuliga religiøst fundamentalistiskt stýri, tað sokallaða ?Taliban-stýrið?, sum vanvirðir kvinnunar rættindir, so at ein meiri enn ógvast við.
Væl vitandi um, at summi ikki kunnu sameina seg við ein hugsunarhátt, sum samanber ymsar religiónir, sum eitt nú islam við kristindóm, so varnast ein tó við, hvussu nógv ting í sjálvari religiónsfilosofiini, minna um hvørt annað.
Og tað sum hetta snýr seg um, er, at tað sýnast at vera kraftigir parallellar ímillum okkara kristindóm og teirra religión, tí at sjálvt kardinalpunktið í prestastríðnum í Føroyum snúði seg í veruleikanum um mótvilja ímóti kvinnuligum prestum. Taliban-stýrið í Afganistan hevur sum fremsta mál, í religiónsins navnið, at draga kvinnuna niður á eitt fullkomilga óverdugt støði. Kvinnurnar har, skulu snøgt sagt eingi sum helst rættindir hava.
Lat meg gera púra greitt, at undiritaði ikki finnur tað seriøst ella rímuligt at ?dálka? kristindómin so til, sum at draga kristindómsins praktisering her á okkara breiddarstigum niður á eitt so lágt og menniskjafíggjundaligt støði sum islamiska fundamentalismu í t.d. Iran og Afganistan. Men okkara bíblia er jú slettis ikki ólík tí islamisku koranini, og verða hesar báðar religiónir praktiseraðar nóg fundamentalistiskt, so er minni munur.
Tað stutta av tí langa er, at tá ið menniskjan starir seg blindt í ideologium, tað antin veri seg politiskt ella átrúnaðarliga, so er stóri vandin tann, at ein flytir seg nærri og nærri tí ið nevnast kann fanatisma og intoleransa.
Tað er at vóna, at avgerð kirkjumálaráðsins kann vera við til at tálma tað kristna bíbilska fundamentalistiska rákið, sum til tíðir er í luftini í ávísum heraðshorum her á landi; og tað er so avgjørt ikki bara innan fólkakirkjuna, men so sanniliga eisini innan aðrar samkomur í Føroyum.
Eftir sum at kristindómur (eins og allar aðrar religiónir við) byggir á trúgv, og ikki vitan, so er tað eitt paradoks í sær sjálvum, at tulka bíbliuna orð fyri orð, og nýta bíbliuna sum lógarverk í einum framkomnum samfelagið sum tað føroyska. Kristindómurin er ein góður siðaarvur, og í ávísum førum, ein nýtiligur moralskur vegleiðari. Men at (mis)brúka kristindómin sum eitt amboð til at trumfa sínar egnu snæðurskygdu áskoðanir niður á onnur, og at nýta leitanina og tráðanina hjá menniskjum eftir meiningini við lívinum sum katalýsator, tað er ikki rætt.
Ein kann sum apropos brúka hesi orðini sum Thomas Jefferson einaferð skal hava úttala:
?Ignorance is preferable to error; and he is less remote from truth who believes nothing, than he who believes what is wrong?.
- At síggja burtur frá nøkrum er betur enn at gera mistøk, og tann ið ongum trýr er minni fjarður sannleikanum, enn tann ið trýr nøkrum ið skeivt er.
Hilmar Simonsen