Hava lagt hald á narko sum kann drepa øll í USA

Amerikonsku myndugleikarnir hava í ár lagt halda á so stórar mongdir av evninum fentanyl, at tað er nóg mikið til at drepa allar íbúgvar í USA. Tað upplýsir samveldisløgreglan, DEA.

Morfinlíknandi evnið fentalnyl er upp á fá ár vorðið tað ráðandi evnið á ólógliga marknaðinum í USA. Lágur prís og lutvís einføld framleiðsla merkir, at fentanyl hevur yvirtikið heroin og reseptskyldug opioidir.. (Arkivfoto). - Foto: David Maialetti/Ritzau Scanpix

Hald er lagt á yvir 50 milliónir ólógligar tablettir við fentanyl og umleið fimm tons pulvur. Tað svarar til meira enn 379 milliónir møguligar deyðiligar skamtir. Tað búgva áleið 330 milliónir fólk í USA.

Meðan sterka evnið bara var ein brotpartur av yvirdosis deyðstilburðum í USA fyri tíggju árum síðani, lýsir DEA í dag fentanyl sum »tann deyðiligasta narkohóttan í landinum«.

Millum juli í 2021 og juni í ár var evnið sambært almennum tølum høvuðsorsøk til yvir 107.000 deyðstilburðir av yvirdosis í USA.

/ritzau/AFP