Hava lítið at reypa sær av

Tíðirnar eru so góðar, at eingin hevði klárað at havt eitt ringt úrslit

- Ongin samgonga hevur nakrantíð havt so góðar umstøður, sum hendan samgongan.

Tað heldur Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn.

 

Samgongan ger nógv burturúr at fortelja fólki, hvussu væl tað gongur í Føroyum og orsøkin til tað er, at samgongan hevur ført ein gagnligan politikk.

 

Men Poul Michelsen heldur ikki, at samgongan hevur nakað at reypa sær av. Hann sigur, at hendan samgongan hevur havt so nógv viðrák sum ongin onnur samgonga nakrantíð hevur havt.

 

Í hesum sambandi hugsar Poul Michelsen um millardavirðið makrelurin hevur kastað av sær, og hann hugsar um, at rentan er metlág og oljan hevur verið sera bílig.

 

- Tað hevði gjørt tað sama, hvør sat í samgongu, tí eingin hevði klárað at fngið eitt ringt úrslit burtur úr, sigur Poul Michelsen.

 

Tí heldur hann ikki, at samgongan kann taka sær æruna av, at gongur væl í Føroyum. Hinvegin ávarar Poul Michelsen eisini ímóti at sleppa endanum.

 

Hann ávarar ímóti at gjara út. Hann sigur, at hita vit búskapin, førir tað til stórar príshækkingar og tað vildi verið eitt bakkast.

 

Tí vil Poul Michelsen heldur ikki binda seg til skattalætta, ella til at taka undir við vallyftinum hjá Javnaðarflokkinum um at lækka gjaldið fyri barnaansing niður í helvt.