Hava mist 48% av gestunum

Føroyingar og danskarar hava verið álitið í ár

Tað hevur verið eitt rættiligt skrædl hjá gistingarhúsunum í Føroyum í ár. Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár gistu fólk tilsamans 72.000 nætur á gistingarhúsunum kring landið og tað eru sløk 67.000 nætur, ella 48 prosent, færri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tí ið tað høvdu verið góðar 138.000 gistingarnætur.

– Frá mars til juni minkaði talið niður í eingi, men tað hevur verið frægari síðani juli tí hesa seinastu tíðina hevur tað verið umleið tað sama sum fyri 5-6 árum síðani.

Hagstovan sigur, at í fyrstu atløgu, hava tað verið føroyingar og í øðrum lagi hava tað verið danskarar, sum hava verið álitið hjá gistingarhúsunum kring landið hesa tíðina, korona hevur herjað.

Higartil í ár hava gistingarhúsini mist 11 prosent av føroyingum aftur ímóti í fjør, tá ið føroyingar gistu slakar 23.000 nætur á gistingarhúsunum.

Gistingarhúsini hava eisini mist 22 prosent av danskarum, tí í fjør gistu danskarar góðar 42.700 nætur á gistingarhúsunum. Hinvegin er talið á øðrum útlendingum, fallið í botn.