Í dag hevur løgreglan í Keypmannahavn í samstarv við kavarar hjá verjuni funnið ein arm í Køge Víkini. Armurin er funnin nær leiðini, har leitað hevur verið í samband við málið um kavbátaskiparan, Peter Madsen og svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall, sum saman vóru á ferð við kavbátinum, UC3 Nautilus.
Jens Møller Jensen, varapolitiinspektørur, sigur, at løgreglan enn ikki hevur fingið staðfest, um talan er um ein høgra ella vinstra arm, og ei heldur hvør eigur armin. Men, arbeitt verður út frá, at armurin hevur tilknýti til umrødda kavbátamálið, leggur hann aftrat.
Danska løgreglan upplýsir, at armurin verður kannaður hjá Rættarmedisinska Stovninum í morgin. Í samrøðu við danskar tíðindamiðlar vil Jens Møller Jensen ikki siga nakað um, nær armurin er funnin, men sambært miðlunum er hann helst funnin um middagsleitið í dag.
- Um tað vísir seg, at hetta er annar armurin av Kim Wall, vantar løgregluni bert at finna hin armin, og so er alt líkið av tíðindakvinnuni funnið. Kortini eru nógvir ósvaraðir spurningar í kavbátamálinum, siga danskir tíðindamiðlar.
Lagt verður aftrat, at løgreglan bíðar eftir endaligu frágreiðingini um líkskurðir av eitt nú høvdi og beinum, sum møguliga kunnu siga okkurt um deyðsorsøkina, sum rættarlæknarnir framvegis leita eftir.
Sambært donskum miðlum vantar eisini svarið, um dna er funnið á sagini, sum kavarar funnu í Køge Víkini – og knívinum, sum varð funnin í einum posa tann dagin, tá høvd og bein av Kim Wall vórðu funnin.
Peter Madsen varð fongslaður hin 11. august, og hann er skuldsettur fyri at hava dripið og stykkjað sundur líkið av Kim Wall - og fyri at hava tveitt likamspartarnar í Oyrasund.
Skuldsetti noktar seg sekan í at hava dripið tíðindakvinnuna, men hann hevur játtað at hava stykkjað líkið sundur og tveitt likamspartarnar í havið.