Hava nú funnið meiri enn 200.000 lík

Myndugleikarnir í Haiti siga, at teir hava nú skrásett meiri enn 200.000 fólk, sum doyðu í jarðskjálvtanum tann 12. januar. Jean-Max Bellerive, forsætisráðharri, sigur við altjóða tíðindastovurnar, at meiri enn 200.000 lík eru funnin og jarðað.

Bjargingar- og hjálparfelagsskapir hava fyrr sagt, at jarðskjálvtin kann hava kravt meiri enn 300.000 mannalív.

Forsætisráðharrin sigur við AP-tíðindastovuna, at umleið 300.000 fólk eru á sjúkrahúsi, har tey fáa viðgerð fyri løstir, sum tey fingu í jarðskjálvtanum.