Tað gongur støðugt fram á at bora tunnilin til Dals. Tunnilin er 2.200 metrar langur, og nú hava tey borað 460 metrar, upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, fyri Løgtinginum.
Í nógv ár hava allir tunlar í Føroyum verið bjóðaðir út til privatar fyritøkur at kappast um, men tunnilin til Dals er eitt undantak, tí tað er Landsverk, sum ger hann.
Tað var ímeðan Henrik Old var landsstýrismaður í samferðslumálum, at hann gjørdi av at lata Landsverk taka táttin at gera tunlar, upp aftur. Endamálið var serliga, at Landsverk skuldi gera tunlar til smábygdir, og avgerð varð tikin um at Dalstunnilin skuldi vera tann fyrsti.
Landsverk hevur boðað frá, at skal tunlasjakkið arbeiða alt árið, skal játtanin á fíggjarlógini vera 20 milliónir um árið.
Fyri ta upphæddina kann tunlasjakkið bora 750 metrar av tunli um árið. Og tá ið Dalstunnilin er 2.200 metrar, fer tað sostatt at taka trý ár at bora hann, umframt eitt ár at gera vegir, og alt annað, liðugt, ella tilsamans fýra ár.
Verða 10 milliónir settar av, fer tað at taka dupult so leingi. Men bæði á fíggjarætlanini fyri í fjør, og á fíggjarlógini fyri í ár, eru bara níggju milliónir settar av til endamálið. Sostatt er framvegis ikki útlit fyri koyrandi verður ikki ígjøgnum Dalstunnilin tey fyrstu seks-sjey árini, tí tá ið tunnilin er boraður ígjøgnum, gongur eitt ár afturat at gera hann heilt lidnan, so at hann kann takast í brúk.
Jørgen Niclasen, sigur, at enn er nakað eftir av pengum, so hildið verður á eitt sindur afturat. Men hann sigur eisini, at arbeitt verður við at finna eitt sindur av pengum afturat, so at Landsverk kann halda arbeiðið gangandi alt árið. Men verða fleiri pengar játtaðir til Dalstunnilin, skal tað finnast á onkrari aðrari játtan, tí útreiðslurnar verða ikki hækkaðar, gjørdi landsstýrismaðurin greitt.
Sostatt er einki lyfti um, at Dalstunnilin fer at fáa hægri játtan.
Eisini fleiri aðrir tinglimir fýltust á, at Landsverk ikki fekk fleiri pengar at bora fyri, tí sum gongdin er nú, verður tað ein long søga, at fáa tunnil til Dals.
Tað er eisini nevnt, at hækka játtanina næsta ár, men hendir tað, skal tað eisini finnast á onkrari aðrari játtan á íløguætlanini hjá samgonguni, tí útreiðslurnar verða ikki hækkaðar.
Spurningurin er so, hvør bygdin stendur fyrst fyri tørni at fáa tunnil, tá ið Dalstunnilin er liðugur. Tað hava politikarar eisini eina greina meining um. Les meiri um tað her: Hendan bygdin eigur næsta tørn at fáa tunnil.