Pengarnir eru funnir, og verður málið gjørt klárt at leggja fyri býráðið næsta býráðsfund.
– Nevndin hevur ikki latið býráðnum tilfarið enn, men vit vita, at nevndin er komin serstakliga langt, og nú skulu vit so samanfata tað, sum vit hava játtað í býráðnum og tað, sum nevndin hevur fingið inn í stuðli.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í sambandi við ætlanina at byggja eina stórhøll í Hoyvíkshaganum, sum skal vera ein altjóða góðkendur tjóðleikavøllur til innandura ítrótt – t.d. hondbólt, flogbólt, fimleik, kurvabólt, stríðsítrótt, borðtennis, tennis, badminton, dans, bogaskjóting og biljard. Føroya Arena, sum ætlanin verður nevnd, skal eisini vera karmur um konsertir, ráðstevnur, mentanartiltøk og onnur stór tiltøk, umframt at stórhøllin skal hýsa ymiskum heilsutilboðum. Føroya Arena verður eisini partur av føroysku tilbúgvingini.
– Vit mugu sjálvsagt fyrst fáa afturmeldingina frá bólkinum, áðrenn vit kunnu leggja tað fyri býráðsfund, men eftir ætlan verður tað gjørt síðst í hesum mánaðinum, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at ætlanin er at hava bæði staðsetingina og eina reglugerð klára, so farast kann í gongd.
– Men fyrst mugu vit hava játtanina frá teimum, at alt er komið undir land við fíggingini, tað sum er savnað saman frá stuðulsveitarum, og tær 108 milliónir krónurnar, sum býráðið hevur játtað.
Ein bygginevnd skal setast og ein ábyrgdarnevnd fyri alla verkætlanina.
– Men vit eru um at koma á mál, sigur Heðin Mortensen, sum væntar, at tey kunnu fara undir byggingina longu í ár.
Heðin Mortensen sigur, at æltanin eisini er eitt sindur treytað av innkomuvegnum, sum er boðin út. Tað hevur nakað við endaligu staðsetingina at gera.
Í arbeiðsbólkinum sita Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Jón Sigurðsson, sum fóru til verka at savna pengar inn eftir áheitan frá Heðini Mortensen, borgarstjóra. Dennis Holm og Jógvan Emil Nielsen samskipa arbeiðið.
Næsti býrásfundur hjá Tórshavnar býráð verður hóskvøldið 28. apríl.