Hava okkurt at bjóða áhoyrarunum

G!Festivalurin hevur nú avdúkað 20 nøvn, hesi fevna víða í stíli, onkur er kendur, onkur minni kendur, men sambært Jón Tyril fyriskipara, hava allir bólkarnir okkurt at bjóða. G!Festivalurin verður um ein mánað á Gøtusandi. Í seinastu viku var eitt av stóru høvuðsnøvnunum, Natasha Bedingfield kunngjørt, og listin av nøvnum er sostatt komin upp á tjúgu bólkar og einstaklingar.

 

Av hesum eru seks føroysk, meðan hini fjúrtan umboða átta ymisk lond.

Eftir at hava kunngjørt Nephew sum fyrsta navnið á skránni longu í desember, varð ein long røð av nøvnum kunngjørd, ið øll høvdu tað til felags, at teirra tónleikur neyvan nakrantíð hevði verið spældur í føroyskum útvarpi áður. Vit spurdu Jón, um hetta er eitt tilvitað val.

- Nei, vit velja ikki nøvn, tí tey ikki eru kend í Føroyum. Vit velja nøvn, ið hava okkurt at bjóða. Hetta er ikki ein tilvitað roynd at velja nøvn, sum ongantíð hava verið í Útvarpinum. Vit hava lagt okkum eftir góðum og spennandi semi-kendum nøvnum, sum eru kend innan upcoming umhvørvið. Innan hetta slagið av tónleiki hendur lítil útskifting í føroyska útvarpinum, so tí verður tað soleiðis av sær sjálvum, sigur Jón.

 

- Okkara filosofi er ikki broytt í ár í mun til undarfarin ár. Vit vilja gjarna bjóða nøvn, sum eru gjøgnumførd, t.d.ordiligt polka og ordiligt gjøgnumført punk. Í ár sær tað kanska eitt sindur ógvisligt út, men í fjør søgdu fólk eisini tað sama, áðrenn nøvn sum Outlandish og Infernal komu á skránna. Men tey blivu eisini tikin við somu filosofi, hetta er ordiligur góður poppur, ikki tunn suppa. Vit vilja gjarna bjóða nógv ymisk ting, greiður Jón frá.