Hava onga umsókn fingið

Fáa vit eina umsókn um at fíggjarligan stuðul til at hava oyggjaleikir í Føroyum í 2023, hevur tað stóran týdning at fáa stóra, politiska undirtøku fyri tí, sigur Rigmor Dam

 

Enn hava vit onga umsókn fingið um at stuðla eini ætlan um at hava oyggjaleikir í Føroyum.

 

Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Heðin Mortensen, tingmaður, hevur spurt hana, hvat hon heldur um ætlanina hjá ÍSF at bjóða Føroyar fram at hýsa Oyggjaleikunum í 2023 og hann spyr eisini, hvørjar ætlanir eru um at stuðla eini slíkari ætlan, bæði fíggjarliga og politiskt

 

Rigmor Dam sigur, at hon er kunnað um, at ÍSF kannar møguleikan fyri at bjóða Føroyar fram at hýsa Oyggjaleikunum í 2023. Men eftir tí tey vita, hevur ÍSF enn ikki tikið endaliga støðu til málið.

 

Hon sigur, at kemur ein áheitan frá ÍSF um at stuðla eini ætlan um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar, er tað av stórum týdningi, at arbeitt verður fyri at fáa stóra politiska undirtøku fyri tí, og tað fer hon sjálvsagt at virka fyri.

 

Annars vísir hon á, at síðani Oyggjaleikirnir byrjaðu í 1985 við 700 luttakarum úr 15 oyggjasamfeløgum, har tey kappaðust í sjey ítróttagreinum, fevna leikirnir á Gotlandi í ár um 2.500 luttakarar úr 24 oyggjasamfeløgum, og tey kappast í 14 ítróttagreinum.

 

– Tá ið Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989, læt landið 1,5 milliónir krónur í stuðuli, men síðani er ikki einans vavið á leikunum vaksið, men sambært ÍSF eru krøvini um fíggjarliga binding eisini herd, sigur Rigmor Dam.

 

Hon staðfestir somuleiðis, at ÍSF staðfestir, at herdu krøvini bera í sær, at trygd skal verð fyri fíggingini longu tá ið søkt verður um at fáa vertskapin fyri Oyggjaleikirnar.