Hava rent seg í ein stóran leka í Sandoyartunlinum

Tað er ikki so dramatiskt sum tað sær út til at vera, sigur stjórin

 

Í løtuni liggur arbeiðið at gera Sandoyartunnilin mest sum stilt. Orsøkin er, at seint í gjárkvøldið rendu teir seg í ein stóran leka, soleiðis at vatn fossar inn í tunnilin.

Lekin er so mikið stórur, at pumpurnar, tey hava á staðnum, muna ikki nóg væl og tískil eru fleiri pumpur farnar í Sandoynna við Teistanum í morgun. Eisini sløkkiliðið í Sandoynni er farið til tunnilin við pumpum.

Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum, sum ger tunnilin, sigur, at hóast lekin er stórur, væntar han ikki, at støðan er so dramatiskt, sum hon sær út til.

– Tað hendi nøkunlunda tað sama í Eysturoyartunlinum, sigur hann.

Hann er á veg á staðið so enn hevur hann ikki yvirlit yvir støðuna. Men hann sigur, at sum tað sær út í løtuni, fara tey at klára at lensa tunnilin, tá ið pumpurnar, tey fáa afturat, eru settar til, og so verður farið undir at tetta lekan.

Hann dugur ikki beint nú at siga, akkurát, hvussu stórur lekin er, men fyribils eru metingarnar, at tað lekur einar 2.000 – 3.000 litrar inn í tunnilin um minuttin, so niðast í honum stendur væl av vatni nú.

Hvussu leingi tað fer at taka at lensa hann, veldst um, hvussu illa tað lekur so tað veit hann einki um enn.

Men hann sigur, at hetta er als ikki nakað, sum setir verkætlanina í vanda upp á nakran máta, tað er bara at fáa tunnilin lensaðan, so at arbeiðið kann halda fram.

– Men nú er so stutt fráliðið, at vit hava ikki heilt yvirlit yvir støðuna, so beint nú vita vit ikki, hvussu leingi tað fer at taka, sigur Teitur Samuelsen.

Vanliga tá ið tey spreingja, verða fýra hol borað 30 metrar inn í fjallið fyri at vita, hvat er frammanfyri teir.

Og lekur meiri enn eitt vist, verða eini 20 hol - ein skermur, sum tey kalla tað - borað rundan um, við einum lítlum vinkli út frá tunlinum, og so verður betong sprænt í fyri at fylla tær rivurnar sum eru fyri at tetta lekan. Og tað er alt hetta arbeiðið, sum nú verður farið undir.