Tað var ógvusligt, tá eldur kom í Notre-Dame dómkirkjuna í franska høvuðsstaðnum 15. apríl í 2019 (Arkivfoto). - Foto: Fabien Barrau/Ritzau Scanpix

Hava savnað 6,2 milliardir til at endurbyggja Notre Dame

Eftir stóra eldin í 2019 er dómkirkjan Notre Dame klár at endurbyggja. Milliardir eru lætnar til endamálið.

 

  Tað var ógvusligt, tá eldur kom í Notre-Dame dómkirkjuna í franska høvuðsstaðnum 15. apríl í 2019 (Arkivfoto). - Foto: Fabien Barrau/Ritzau Scanpix

Tað  er eftir øllum at døma stórur áhuga fyri at fáa endurbygt ikonisku dómkirkjuna Notre Dame, sum á vári í 2019 fór illa av eldi.

Í øllum førum hava gávur streymað inn seinastu hálvtriða árið.

Higartil eru komnar 840 milliónir evrur, sum svarar til 6,2 milliardir krónur. Tað sigur Jean-Louis Georgelin, sum stendur á odda fyri arbeiðinum at endurbyggja dómkirkjuna.

Georgelin, sum áður hevur verið franskur herovasti, sigur, at franski oljurisin Total millum annað hevur latið 100 milliónir evrur.

Tann 850 ára gamla kirkjan misti eitt nú spríið og stórir partar av tekjuni fóru í eldinum 15. apríl í 2019.

Síðani hevur verið arbeitt við at verja bygningin ímóti at fara verri. Tað arbeiði var liðugt leygardagin, og harvið kann endurbyggingin fara í gongd.

Enn er ógreitt, hvussu nógvar pengar arbeiðið fer atkosta, upplýsir Jean-Louis Georgelin.

Hann váttar harumframt, at enn verður roknað við, at dómkirkjan fer at standa klár í apríl 2023. Arbeiðið við at tryggja bygningin var annars seinkað av koronufarsóttini.

Endurbyggingin av økinum kring Notre Dame verður helst ikki farið undir fyrr enn í 2025. Tað er ein uppgáva fyri býarstýrið í París.

Tað verður skipað fyri fyribils atgongd til dómkirkjuna í sambandi við OL, sum verður seint á sumri í 2024 í franska høvuðsstaðnum.

/ritzau/AFP

 

  Tað var ógvusligt, tá eldur kom í Notre-Dame dómkirkjuna í franska høvuðsstaðnum 15. apríl í 2019 (Arkivfoto). - Foto: Fabien Barrau/Ritzau Scanpix