Hava sitið avbyrgd í næstan eitt ár

Mannagongdin í sambandi við koppsetingina fyri koronu, kann ikki vera røtt, sigur mamma eitt barn við fjølbreki

Tað er óskiljandi, at tey við fjølbreki ikki standa heilt frammaliga í koppsetingarætlanini, tí tey tola als ikki at fáa koronu.

Tað heldur Elna Nón, mamma Berg, sum er 25 ár, og fjølbrekaður. Hann er soleiðis fyri, at tað má ikki henda, at hann fer koronu, tí tað tolir hann als ikki.

Hon sigur, at síðani korona fór at ganga í mars í fjør, hava tey sitið fullkomiliga avbyrgd. Tey fara ikki út ímillum fólk hvørki í føðingardagar, ella nakað annað, og eingin kemur inn til tey, uttan við eini nýggjari, negativari, koronuroynd í hondini. Og sjálv fór hon heim at arbeiða og hevur arbeitt heima síðani.

– Vit hava sitið í einsemi nú í skjótt eitt heilt ár, púra avbyrgd frá øllum. Tað er ræðuliga einsligt, og nú orka vit ikki meir, sigur hon.

Hon sigur, at í Danmark eru tey, sum eru í somu støðu, langt síðani koppsett, so fyri hana er tað óskiljandi at koppingarætlanin í Føroyum, er so nógv øðrvísi.

Myndugleikarnir gjørdu eisini vart við, at fólk skuldu ikki ringja at spyrja, nær tað var teirra tørn at verða koppsett, tí øll fingu boð, tá ið tey skulu møta.

Men tá ið Elna Nón so frætti, at tey fóru undir at geva fólki aðru sproytuna, fleyt yvir hjá henni og hon sendi Landssjúkrahúsinum eitt teldubræv at spyrja um koppseting til Berg. Men tey vístu bara til, at tey høvdu einki við koppsetingina at gera, tí tað hoyrdi undir koppingarnevndina.

Eftir nakrar mailar aftur og fram ímillum meg og Landssjúkrahúsið, bað eg tey senda koppingarnevndini alt samskiftið, sigur hon

– Tað gjørdu tey - og tað hjálpti, tí tey ringdu beinanvegin, at nú skuldi Bergur koppsetast. Sostatt fekk hann ta fyrstu sproytuna tann 5. februar og bíðar nú eftir seinnu sproytuni.  

– Mær vitandi er eingin annar við fjølbreki koppsettur, so eg má viðganga, at eg føli meg eitt sindur illa, at eg var so framlig at venda mær til teirra, sigur Elna Nón.

– Men hjá okkum var tað ein fantastiskur lætti, tí nú er orka vit ikki hetta einsemi longur, sigur hon. Hinvegin skilur hon framvegis ikki, hví tey við fjølbrekið, ikki eru nógv longur frammi í koppingarætlanini. Og í roynd og veru heldur hon eisini, at tað er undarligt, at tað skal bera til hjá teimum at verða koppsett, sum eru nóg framlig, at seta seg í samband við myndugleikarnar at biðja um at verða koppsett. Tað er ikki serliga álitisvekjandi, heldur hon.