Skulu skúlanæmingar og lesandi í Føroyum hava sín egna prest?
Tað er spurningurin, Hanna Jensen, sum í hesum døgum situr á løgtingi fyri Framsókn, spyr Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum.
Í hesum sambandi vil hon nú hava at vita frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, um nakað hevur verið frammi um at seta prest at røkja tænastu og uppgávur millum næmingar og lesandi í Føroyum.
Hon vil eisini hava at vita hvør hevði havt ábyrgdina av rinda útreiðslurnar fyri ein slíkan prest til næmingar og lesandi.
Hon vísir á, at fólkakirkjur hava nógv ymisk prestastørv, eitt nú fongsulsprest, sjómansprest og ungdómsprest.
- Hesi størv eru grundað á, at serligar bólk hava ein serligan tørv, sum er uttan fyri vanliga arbeiðið í kirkjuni, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at aðrastaðni hava kirkjur ofta universitetsprestar, sum eru settir at vera sálarhirðar hjá ungum og vaksin undir útbúgving.
- Sum heild verður viðurkent millum tey, sum arbeiða við menniskjum, at neyðugt er at fevna um tað heila menniskja, bæði likam, sál og anda.
Tí er spurningurin, um Føroyar skulu hava ein universitetsprest, ella eina skipan við einum gudfrøðingi, har uppgáva fyrst og fremst er at tæna næmingum og lesandi í skúlum, á miðnámsskúlum og á hægri læristovnum.
Hon vísir eisini á, at herfyri vísti ein kanning ímillum ung í 9. flokki, at tey hugsa nógv um lívsins stóru spurningar.
Ein kanning á Studentaskúlanum í Hoydølum bendir eisini á tað er ein ávísur tørvur á slíkum tænastum til hendan sera stóra hóp av ungdómi, sum fer undir okkurt slag av útbúgving eftir fólkaskúlan.
- So leingi eitt samfelag hevur eina almenna fólkakirkju, kann vera skilagott at spyrja, um tænastan er, har fólkið er, sigur Hanna Jensen.