Ukrainar tikið 41 búsetingar frá russum í dag

- Meðan vit gleða okkum, mugu vit øll minnast til, hvat hetta merkir. Hetta eru mannalív, sum verða offrað fyri frælsi hjá ukrainska fólkinum, sigur Volodomyr Zelenskyj.

- Í dag eru russar riknir úr tilsamans 41 ukrainskum bygdum og búsetingum, sigur ukrainski forsetin.

Í kvøld verður sagt um gongdina í krígnum í Ukraina, at fleiri ukrainskar deildir nú nærkast Kherson-býi. Tað var annars í gjár, at Russland gav sínum herdeildum vestan fyri Dnipro-ánna boð um at taka seg aftur eftir áhaldandi álop frá ukrainskum deildum.

 

Kyiv Independent veit at siga, at ukrainskar herdeildir hava tikið seg sjey kilometrar nærri Kherson-býi seinasta samdøgrið, og á leiðini hava deildirnar tikið 12 ukrainskar bygdir aftur frá russum.

 

Ovasti leiðarin í ukrainsku verjuni, Valerij Zaluznyj, skrivar á Telegram í dag, at fyribils kann Ukraina ikki vátta russisku afturtøkuna, men ukrainski herurin heldur fast við sína ætlan og heldur fram við stríðnum.

 

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, skrivar á Telegram í kvøld, at russar eru riknir úr tilsamans 41 ukrainskum bygdum og búsetingum í dag.

 

Forsetin sigur, at góðu tíðindini í dag eru, at talið av ukrainskum fløggum, sum eru vundin á stong, veksur í hvørjum.

 

- Meðan vit gleða okkum, mugu vit øll minnast til, hvat hetta merkir. Hvør fet, sum okkara verja tekur, merkir mist mannalív hjá okkara herfólki. Hetta eru lív, sum verða offrað fyri frælsi hjá ukrainska fólkinum.

 

Á Telegram sigur Volodomyr Zelenskyj eisini, at alt, sum hendir, er rokkið eftir mánaðir við hørðum bardøgum.

 

 

 

- Í dag eru russar riknir úr tilsamans 41 ukrainskum bygdum og búsetingum, sigur ukrainski forsetin.