Løgreglan hevur í nátt verið úti og klipt nummarplátur. Tað verður gjørt eftir boðum frá Akstovuni, hesaferð hevur sent løgrelgan eftir nummarplátunum á 575 bilum, sum eru í eftirstøðu fyri veg- og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár 2025.
Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldin veg- og umhvørvisgjøld, so tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.
Í nátt vóru nummarplátur kliptar av 47 av hesum bilunum.
Í gjár fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum lastbili í Fámjin. Tá vísti seg tó, at bilurin var staddur á porkerishálsi. Tað hevði tó ikki so nógv upp á seg. Tað var hiti frá útstoytinum, sum hevði fest í, men førarin fekk sjálvur sløkt, áðrenn sløkkiliðið kom á stðaið.











