Aftaná níggju umfør hevur liðið hjá Leivi Mortensen, Jónasi G. Djurhuus og Janusi Dam Djurhuus, HC Keypmannahavn framvegis fyrsta sigurin til góðar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í høllini í Bavnehøj Arena tapti HC Keypmannahavn greitt 22-30 fyri útiliðnum, TIK Taastrup. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Tá var støðan javnleikur 12-12.
Leivur skoraði fýra mál, Jónas skoraði tvey mál, og Janus skoraði eitt mál.
HC Keypmannahavn er á aftasta plássinum í deildini við bert tveimum stigum.
Vendsyssel tapti á heimavølli - uttan Kjartan Johansen á liðnum - 28-32 (15-17) fyri Odder.
Vendsyssel er nummar seks í deildini við 10 stigum.











