Hoyring um eina moldgoymslu

Kommunan hevur samtykt at leggja ætlanina út til hoyring, tí ætlanin hevur almenna áhuga og kann ávirka onnur enn nærmastu grannar

Vágs kommuna er farin undir eina tilgongd at skipa eina nýggja moldgoymslu, nú moldgoymslan í Porkeri verður stongd. 

 

- Moldgoymslan verður staðsett á matr. 27 og matr. 471b vesturi á Eiðinum, har gamla moldgoymslan lá.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at moldgoymslan verður gjørd í ymiskum stigum, soleiðis sum heimasíðan vísir á.

 

Á heimasíðuni kann trýstast á eina leinkju, soleiðis at tekningar koma fram sum vísa, hvussu ætlanin hjá kommununi sær út.

 

- Vit samtyktu hin 25. september at leggja ætlanina út til hoyring, tí ætlanin hevur almenna áhuga og kann ávirka onnur enn nærmastu grannar. 

 

Á heimasíðuni - www.vagur.fo - liggur kunning um, hvussu viðmerkingar kunnu sendast, og freistin er innan 7. november 2025.