258 milliónir krónur fyri Biritu

Tingmaður hjá Javnaðarflokkinum kann stinga yvir 60 milliónir krónur í lumman fyri at selja »fólksins ogn«.

Sambært Frihedsbrevet er boð komið upp á 258 milliónir krónur fyri uppsjóvarskipið Biritu. Tað eru trý stór reiðarí, sum hava kastað saman og latið boð inn. Tey eru Christian í Grótinum samtakið, JFK og Arctic Voyager.

 

Endamálið hjá stóru reiðaríunum er at fáa kvoturnar hjá Biritu, ikki at fáa skipið. Avbjóðingin hjá stóru reiðaríunum er eisini, at tey nærkast anti-trust markinum upp á 25 prosent av kvotunum, men við at bjóða saman, kunnu tey býta kvoturnar ímillum sín.

 

Sp/F Gráastein keypti uppsjóvarskipið Biritu úr Noreg í 2021 fyri 65 milliónir krónur.

 

Skipið fekk í 2021 kvotur upp á 3.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild og 9.000 tons av svartkjafti, sum var partur av eini nýggjari stuðulsskipan, sum seinasta samgonga setti í verk, sum æt “stuðul til vinnuligar royndir og verkætlanir, ítøkiligt skipakeyp og ískoytiskvotur”.

 

Sambært seinasta ársroknskapi hjá Sp/F Gráasteini, so er samlaða skuldin hjá felagnum 52 milliónir krónur. Eginognin hjá felagnum er 74,4 milliónir krónur, og felagið hevur 60 milliónir krónur í tøkum peningi.

 

Lesið eisini: Stórreiðarar sláa seg saman og bjóða yvir 250 milliónir fyri Biritu

 

Hetta sigur okkum, at tað hevur verið ein góð íløga hjá felagnum, sum nú kann rinda sínum partaeigarum at kalla allan sølupeningin út.

 

Tað margháttliga í hesum er, at Javnaðarflokkurin, »sum ikki klárar at telja upp í 17« fyri at broyta lógina fyri slíkum handlum, hevur ein tingmann, sum í hesum føri kann stinga einar 60 milliónir krónur í lumman fyri at selja tað, sum Javnaðarflokkurin vanliga kallar »fólksins ogn«.

 

Kim Durhuus, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, eigur saman við børnum sínum felagið Sp/F 14.05, sum eigur 30 prosent av Sp/F Gráasteini.

 

Um søluprísurin er tað, sum Frihedsbrevet skrivar, 258 milliónir krónur, og peningurin verður útgoldin eigarunum, so fær felagið hjá tingmanninum hjá Javnaðarflokkinum 61,8 milliónir krónur. Okkurt fer uttan iva burturav til skatt og annað, men eftir stendur, at ein tingmaður hjá Javnaðarflokkinum fær eina risastóra millióna upphædd í lumman fyri at selja burtur av tí, sum Javnaðarflokkurin og hinir flokkarnir í samgonguni vanliga kalla »fólksins ogn«, og sum halda, at landið skal hava vinningin.

 

Men problemið hjá samgonguni er, at ikki øll tingfólkini taka undir við tí politikkinum – og tað má so merkja, at í hvussu so er tvey tingfólk í samgonguni halda, at tað er í fínasta lagi, at vinningurin fyri at selja »fólksins ogn« fer í privatar lummar.

 

##med2##