Heiðrikur í Garði Mortensen vart ph.d. á Aarhus Universitet

Fríggjadagin 3. oktober vardi Heiðrikur í Garði Mortensen ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitet.

 

Í stuttum snýr ritgerðin seg um sambandið ímillum basaltháslættar og fornar veðurlagsbroytingar. Ritgerðin kallast: “Platinum-group elements as a proxy for large igneous province volcanism and weathering”. 

 

Heiðrikur hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Institut for Geoscience á Aarhus Universitet, skrivar gransking.fo.

 

Christian Tegner, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari. Hjávegleiðarar hava verið: Stéphane Bodin, Rasmus Andreasen, Sofie Lindström, Hamed Sanei og Thomas Ulrich

 

Í metingarnevndini vóru:

 

Wolfgang Maier, professari, Cardiff University

Stephen P. Hesselbo, professari, University of Exeter

James Scott, lektari, Aarhus Universitet, forfólk

 

Verkætlanin varð fíggjað av DFF – Danmarks Frie Forskningsfond

 

Samandráttur

Jarðfrøðiliga søgan á jørðini er merkt av fleiri tíðarskeiðum, har veðurlagið er broytt ógvuliga skjótt og har stórir partar av lívinum er horvið. Í hesari ritgerð varð kannað, hvat drívur slíkar hendingar, við at granska broytingar í jarðevnafrøðini í fyrrverandi havbotnssedimentum. Hesar broytingar kunnu siga nakað um, nær tey stóru eldgosini hava verið virkin og hvørja ávirkan tað hevur havt fyri umhvørvi. Hetta kann geva okkum eina betri fatan av, hvussu skjótt jarðfrøðiligar broytingar hava ávirkað lív og veðurlag í fortíðini, og kann eisini læra okkum um náttúru- og veðurlagsbroytingar, sum herja í dag.

 

Fyrsta greinin frá ph.d.-verkætlanini varð almannakunngjørd í farnu viku og kann lesast her

 

Sí akademiska vangan hjá Heiðriki Mortensen her

 

Mynd (c) privatmynd. Vegleiðaratoymið frá vinstru: Thomas Ulrich, Christian Tegner, Heiðrikur í Garði Mortensen, Sofie Lindström og Stéphane Bodin (Hamed Sanei og Rasmus Andreasen mangla).