Ein bilførari misti í gjár koyrikortið á staðnum, tá hann varð tikin fyri at koyra 104 km um tíman eftir Havnarvegnum, sum er nýggi innkomuvegurin til Havnar frá Hvítanesi út í Marknagil. Hetta var beint uttan fyri Húsareynstunnilin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Mest loyvda ferð á Havnarvegnum er 60 km um tíman, og tað er galdandi á øllum strekkinum líka frá Hvítanesi og út í Marknagil.
Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar millum Fjarða í Eysturoy. Har var ein tikin fyri at koyra 103 km um tíman, sum gevur klipp í koyrikortið og bót. Ein annar var tikin fyri at koyra 104 km um tíman, sum eisini gevur klipp í koyrikortið og bót.
Á Søldarfjarðarvegnum vóru eisini tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Annar koyrdi 74 og hin 72 km um tíman, har mest loyvda ferð er 50 km um tíman. Teir fáa báðir klipp í koyrikortið og bót.