Brutu inn og fóru á hotell við tjóvagóðsinum

Trý fólk vórðu í gjár handikin, eftir at tey sjálvið høvdu kekkað seg inn á hotell í Havn.

Løgreglan fekk fráboðan um tað og kom á staðið og burturvísti fólkini.

Tað vísti seg tó, at nógv illgrunasamt varð funnið á hotelkamarinum, so løgreglan fekk illgruna um okkurt lógarbrot.

Har vóru fleiri fløskur av brennivíni og annað, sum varð stolið nøkrum skeinkistøðum í Havn. 

Løgreglan fór tí aftur eftir fólkunum og fekk fatur á teimum.

Tað vísti seg, at tey høvdu brotið inn og stolið í nøkrum skeinkistøðum í Havn.

Trý fólk eru skuldsett í málinum, sum løgreglan arbeiddi við í allan gjár, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Tey vórðu ikki framsett í grundlógaravhoyring, men leyslatin við skuldseting. Onkur av teimum hevur játtað, meðan onkur annar sigur seg einki kenna til nakað tílíkt. 

– Men vit hava góð spor, sigur vaktleiðarin á politistøðini.