– Tað er komið ymiskt fram í málinum í gjár, eitt nú, at telduposturin var strandaður hjá aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum og ikki kom víðari til landsstýrismannin, sigur Jacob Vestergaard, sum heldur júst tað vera sera undrunarvert.
Sambært upplýsingum í Kringvarpinum í gjár, so kom nógv umrøddi telduposturin, sum ávaraði um stóru skerjingarnar í tilmælunum hjá ICES í Fiskimálaráðið 19. mai. Eitt av starvsfólkunum, sum fekk teldupostin Ulla Svarrer Vang, ráðgevi, sendi hann alt fyri eitt víðari til aðalstjóran Elin Mortensen, men har er hann eftir øllum at døma strandaður og tí ikki komin víðari til landsstýrismannin.
– So nei, tað verður ikki lagt fram misálitisuppskot í dag, tí landsstýrismaðurin skal hava ein kjans at fáa skil upp á Fiskimálaráðið, sigur Jacob Vestergaard.
Man hann vísir á, at í morgin eru munnligir fyrispurningar á skránni í Løgtinginum, og tá fara uttan iva at koma spurningar til landsstýrismannin, sum kunnu avdúka, um hann hevur skil á sínum aðalráð ella ikki.
Men tað stutta av tí langa er, at Jacob Vestergaard fer ikki at leggja fram misálitisuppskot á Jóhan Christiansen – í hvussu er ikki í dag, sigur hann.