VIDEO: Síggj fýra av málunum Óli skoraði í sigrinum á PSG

(Video) Her er ein samandráttur frá Champions League dystinum PSG-GOG 34-36 (

Hóskvøldið høvdu Óli Mittún og liðfelagarnir torføran útidyst móti franska stórliðnum, PSG í bólki B í Champions League.

 

PSG var greiður favorittur, men við einum framúrskarandi avriki, serliga í fyrra hálvleiki eydnaðist tað GOG at vinna 36-34 á PSG. Í steðginum vóru Óli og liðfelagarnir á odda 20-13.

 

Tað gekk framúr hjá Óla, ið var toppskjútti hjá GOG við níggju málum, umframt at leggja upp til fleiri mál hjá liðfeløgunum.

 

Við sigrinum hevur GOG nú seks stig fyri seks dystir, og teir eru nummar fimm í bólkinum. Magdeburg er við 12 stigum greitt oddalið í bólki B.

 

Sunnukvøldið klokkan 19 spælir GOG dyst á útivølli móti Bjerringbro/Silkeborg í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum PSG-GOG 34-36 (13-20). Á brotinum síggjast fýra mál, umframt eitt upplegg til mál hjá Óla:

 

##med2##