Suðuroyartunnilin er uttan fyri kategori

Hesi orðini fullu á kunningarfundi fyri tingfólkum í Tinganesi mánadagin. “Suðuroyartunnilin er uttan fyri kategori.”

 

Tað var umboð fyri Norconsult, sum brúkti hesi orðini, tá spurt varð, um Suðuroyartunnilin hevði verið bygdur í Norra eftir sama leisti, sum ætlanin er í Føroyum.

 

Svarið er: At tað hevði hann ikki.

 

Serliga tvær orsøkir eru til tað:

 

  • Suðuroyartunnilin, sum hann sær út nú, livir ikki upp til minimums trygdarkrøvini í nýggjum tunlum
  • Og skal hann tað, so er íløgan alt ov stór í mun til nyttuna av tunlinum

 

Tí harmar tað meg, at avgerðarnotatið, sum løgtingsfólk hava fingið frá P/F Suðuroyartunlinum er so mangulfult og í summum førum beinleiðis skeivt.

 

Tað ber ikki til at taka støðu til Føroya størstu íløgu á so ógjøgnumførdum og ógjøgnumskygdum grundarlagi.

 

Trygdin í Suðuroyartunlinum

 

Suðuroyartunnilin livir ikki upp til minimums trygdarkrøvini í Norra og ES. Tunnilin hevði tí ikki verið góðkendur í Norra í verandi líki.

 

Ein tann fremsta orsøkin er, at ongin rýmingarleið er í tunlinum, sum verður í minsta lagið 23 kilometrar langur – meira enn dupult so langur sum Sandoyartunnilin – og trygdarrúm verða ikki góðkend.

 

Tilfluktsrom uten utgang som fører til fluktveger til det fri, skal ikke bygges”, stendur í í norsku minimums-trygdarkrøvunum.

 

Um ein so langur tunnil skal gerast í Norra ella ES, so skulu tvey parallell hol borast við rýmingarleiðum millum tunlarnar – óansæð um tunnilin er á landi ella undir sjónum. Harafturat er vandin fyri eldi í einum undirsjóvartunli størri enn í einum vanligum tunli orsakað av hallinum í tunlinum. Tað er tíverri ikki eitt ókent fyribrigdi, at eldur ella vanlukkur eru í tunlum – við fatalum fylgjum.

 

Tí mugu vit tryggja, at trygdin er í lagi!

 

Tað er eisini krav í Norra, at ein óheft váðameting verður gjørd eftir forskriftum hjá myndugleikanum. Tað kann ikki vera arbeiðstakarin sjálvur, í hesum førinum P/F Suðuroyartunnilin (Norconsult), sum skal  definera og góðkenna trygdarkrøvini.

 

Nakrar váðametingar eru gjørdar fyri farleiðina millum Djúpadal og Sandvík, tá farleiðin til Skúvoyar ikki var aktuel, men ongin nýggj váðameting er gjørd fyri farleiðina millum Traðardal og Sandvík, og heldur ongin váðameting er gjørd, har tunnilin til Skúvoyar er tikin við. Tí ber als ikki til at samanbera farleiðirnar og slett ikki at taka politiska støðu til eina ávísa farleið.

 

Galdandi trygdarreglur í Norra og ES eru ikki strangar reglur, men generel minimumskrøv til trygd í tunlum. Vit hava ongar føroyskar reglur um trygd í tunlum. Tað áttu vit kanska at havt, men eins og við trygd á sjónum, í luftini og brunatrygd í bygningum, eiga vit sjálvandi at fylgja altjóða trygdarkrøvum, so neyvt sum yvirhøvur til ber – eisini í tunlum.

 

Harafturat eru stór ivamál um trygdina í tunlinum meðan hann er í gerð, tí frástøðan frá tunnilsmunna inn á botn er nógv longri enn vanliga verður arbeitt við. Hetta setur sera stór krøv til trygdina, og kostar tí eisini sera nógv – men hædd er ikki tikin fyri hesum í avgerðarnotatinum, og tí er kostnaðarmetingin helst alt ov optimistisk.

 

Heimsins longsti og dýrasti

 

Suðuroyartunnilin er í verandi líki heimsins longsti undirsjóvartunnil við einum holi. Eisini her er Suðuroyartunnilin uttanfyri kategori. Næstlongsti tunnil av hesum slagnum er Sandoyartunnilin.

 

Heimsins longsti undirsjóvartunnil er í løtuni Ryfylketunnilin við Stavanger. Hann er 14,4 km. langur og hevur tvey parallell hol við rýmingarleiðum millum tunlarnar fyri hvørjar 250 metrar.

 

Einasti undirsjóvartunnil, sum kann samanberast við Suðuroyartunnilin í longd, er Rogfasttunnilin, sum er í gerð í Norra. Hann verður 27 kilometrar langur og hevur – SJÁLVANDI – tvey parallell hol. Hann var upprunaliga mettur at kosta 17 mia. norskar krónur, men prísurin er komin upp á 33,4 mia. norskar krónur.

 

Suðuroyartunnilin er ein risa íløga í mun til okkara búskap. Um ikki heimsins størsta íløga í mun til búskapin, so upp ímóti. Eisini her, er Suðuroyartunnilin uttanfyri kategori.

 

Um kostnaðarmetingin heldur (og tað er sera optimistiskt), so kostar Suðuroyartunnilin tað sum svarar til uml. 20% av okkara BTÚ. Til samanberingar svaraðu Vágatunnilin og Norðoyatunnilin til umleið 3-4% av BTÚ, tá teir vóru gjørdir.

 

Eitt er, at tunnilin er sera dýrur á pappírinum, men størsti trupulleikin er, at kostnaðarmetingin í besta føri er sera ivasom. T.d. er kostnaðurin av farleiðini undir Sands bygd mettur alt ov høgt og tað mangla yvirhøvur ávísingar til, hvussu komið er fram til metta kostnaðin. Kostnaðarmetingin fylgir ikki vanligum mannagongdum og er sum heild alt ov optimistisk – bæði tá tað kemur til prís og byggitíð.

 

Løgmansskrivstovan hevur ikki útflýggjað nýggjan fíggingarleist og heldur ikki víst á, hvussu tunnilin fer at ávirka fíggjarlógina komandi nógvu árini. Tað verður lagt fram, tá uppskotið verður borið í Tingið, varð sagt á kunningarfundinum í tinganesi mánadagin.

 

Landsbankin og Búskaparráðið hava fleiri ferðir víst á ivamál um fíggingarleistin og ikki minst um ávirkanina ein so stór íløga fer at hava á vælferðina í Føroyum.

 

Tað er tí púra legitimt at spyrja, um Føroyar, ein lítil og viðbrekin búskapur, hevur ráð til eina slíka íløgu.

 

Ósvaraðir spurningar

 

Tað eru framvegis ein røð av ósvaraðum spurningum. Ein orsøk er, at arbeiðið við Suðuroyartunlinum er lagt í eitt partafelag, P/F Suðuroyartunnilin, sum ikki er fevnt av almennum innliti og vanligum fyrisitingarreglum. Tað er eitt stórt kritikkpunkt! Tí hvussu kunnu fjølmiðlar og føroyingar annars fáa innlit í verkætlanina, um onki gjøgnumskygni er?

 

Harafturat er mannagongdin ivasom. Eg havi fleiri ferðir gjørt vart við, at tað eigur at vera ein óheftur partur, sum metir um farleiðirnar. Men politiskt hevur man valt at lata P/F Suðuroyartunnilin gera arbeiðið, hóast tey longu hava vrakað alternativu farleiðina! Tað er sum at seta heimadómara í einum fótbóltsdysti. Harafturat skuldi alternativa leiðin bara kannast í einari “light” útgávu, meðan farleiðin hjá P/F Suðuroyartunlinum skuldi kannast út í æsir. Tað er sum at spæla við 11 monnum ímóti 6!

 

Tað vísir seg tíverri eisini, at STÓR ivamál eru í avgerðarnotatinum, sum løgtingsfólk nú hava fingið.

 

Her eru nøkur dømi, men fleiri fara heilt víst at leggjast afturat komandi tíðina:

 

  • Váðametingar eru bert gjørdar fyri uppruna farleiðina úr Djúpadali (men eru ikki tiknar til eftirtektar og slett ikki góðkendar av óheftum myndugleika), tí ber ikki til at samanbera farleiðirnar í avgerðarnotatinum.
  • Trygdin undir bygging er ikki kannað til fulnar
  • Kostnaðarmetingarnar eru ógjøgnumskygdar og kunnu ikki eftirkannast
  • Nýggja kost-nyttu greiningin hjá Landsverki tekur fyrivarni fyri áløgdu kostnaðarmetingunum hjá Løgmansskrivstovuni.
  • Vit mangla framvegis jarðfrøðiligar kanningar
  • Vit mangla framvegis umhvørvisárinskanningar
  • Vegagerðir á Sandi og í Hvalba er illa lýstar
  • Ongin ætlan ella kostnaðarmeting er gjørd um alt grótið, sum fer at koma úr tunlinum.
  • P/F Suðuroyartunnilin er framvegis ikki fevnt av lógini um alment innlit

 

Í samgonguskjalinum stendur um Suðuroyartunnilin, at:

 

Heimild verður givin Pf. Suðuroyartunlinum at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, og neyðugur peningur verður játtaður. Miðað verður eftir, at kanningarnar eru lidnar við ársenda í 2024. Samstundis verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin sum skjótast.

 

Tað var, eftir mínum tykki, ein feilur at lata alt fyrireikingararbeiðið upp í hendurnar á P/F Suðuroyartunlinum. Tað átti at verið gjørt av óheftum myndugleika. Síðani kundi verkætlanin verið løgd í alment partafelag og verðið bjóðað út – um politiskt ynski var um tað.

 

Eg ynski suðuroyingum og øllum føroyingum eina trygga og góða farleið millum Suðuroynna og meginøkið. Men eg kenni meg ikki trygga við at fara undir ta fyriliggjandi verkætlanina, sum reisir so nógv ivamál og skeivleikar um alt frá trygd og kostnaði til umhvørvi og jarðfrøði.

 

 

 

Liljan Weihe

 

Løgtingskvinna, Tjóðveldi