Tveir dystir eru leiktir í Burn mansdeildini í dag.
Í høllini í Kollafirði eydnaðist tað Kyndli at vinna 32-29 á KÍF. Í steðginum stóð á jøvnum 15-15. Liðini fylgdust til støðuna 21-21. Tá eydnaðist Kyndli at leggja seg framum við nøkrum málum, og eftir tað var ongantíð javnt aftur. Tó vóru aldrin meir enn trý mál á muni.
Benedikt Emil Aðalssteinsson var við sjey málum toppskjútti hjá KÍF. Erling Erlendsson var stórskjútti hjá Kyndil. Hann skoraði heili 11 mál.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 greiðan 38-31 sigur á Neistanum. Men í steðginum vóru neistamenn á odda 18-16. Í seinna hálvleiki vóru hoyvíkingar tó greitt omaná.
Boas Ellefsen á Skipagøtu var toppskjútti hjá H71 við níggju málum. Nikolai Bliznov var toppskjútti hjá Neistanum, somuleiðis við níggju málum.
H71 og Kyndil eru fremst í deildini við átta stigum hvør. VÍF hevur seks stig, og StÍF, KÍF og Neistin hava fýra stig hvør. Team Klaksvík er aftast við ongum stigi.
Týskvøldið klokkan 19 spæla Team Klaksvík og VÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík.
HER ber til at síggja dómaraseðlarnar hjá HSF frá dystunum í Kollafirði og í Hoyvík:
##med2##
##med3##













