Ísak vann á Tróndi í svensku steypakappingini

Sävehof hevur ein lítlan fyrimun undan seinni fjórðingsfinaluni

Ísak Vedelsbøl var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá Sävehof

Lutakastið lagaði seg soleiðis, at liðið hjá Ísaki Vedelsbøl, Sävehof og liðið hjá Tróndi Mikkelsen, HF Karlskrona hittast í fjórðingsfinalunum í svensku steypakappingini.

 

Í dag spældu liðini fyrru fjórðingsfinaluna í Partille. Tað eydnaðist Sävehof at vinna dystin 39-35. Í steðginum var heimaliðið á odda við einum máli, 19-18.

 

Tað gekk væl hjá Ísaki, ið var næstbesti málskjúttin hjá Sävehof við seks málum. Tróndur skoraði eitt mál fyri Karlskrona.

 

Mikukvøldið 5. november klokkan 18 verður seinna fjórðingsfinalan leikt í Karlskrona.

 

Ísak og Tróndur fara nú saman við liðfeløgunum á landsliðnum at fokusera upp á dystirnar í Golden League í Tróndheimi móti Niðurlondum, Noregi og Danmark. 

 

Ísak Vedelsbøl var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá Sävehof