Vil ikki hitta Putin fyrr enn ein avtala er uppá pláss

- Eg vil vita, um ein friðaravtala kemur upp á pláss við russiska forsetan, tí eg ætli mær ikki at blaka tíðina burtur, sigur Donald Trump við Reuters

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er í hesum døgum í Asia, har hann vitjar í fleiri londum og hittir politiskar leiðarar.

 

Millum teirra, sum hann fer at hitta, tá hann er í Suðurkorea, er kinesiska forsetan, Xi Jinping.

 

Í dag sigur Donald Trump sambært Reuters, at tað verður eingin fundur við russiska forsetan, fyrr ein friðaravtala er komin upp á pláss.

 

Ætlanin var annars, at Donald Trump og Vladimir Putin skuldu hittast í Budapest, men hetta verður fyribils av ongum.

 

- Eg vil vita, um ein avtala kemur upp á pláss við russiska forsetan, tí eg ætli mær ikki at blaka tíðina burtur, sigur hann við Reuters.