Í Grønlandi verður stúrt fyri, at eitt lítið útlendskt flogfar kann vera dottið niður á Nuuk-leiðini. Í dag hevur stórt leitingarátak verið eftir flogfarinum.
Leitingararbeiðið er fyribils steðgað orsakað av vánaligum líkindum og ringum sýni, men verður sambært Grønlands Politi tikið uppaftur stundisliga í morgin.
- Við í leitingarátakinum hava eisini verið bjargingartyrla og flogfar, veit Sermitsiaq at siga seinnapartin í dag.
Naviair, sum skipar flogferðsluna, segði fyrr í dag, at tey eru í samstarvi við Arktisk Kommando og løgregluna um eitt leitingarátak eftir einum útlendskum flogfari.
- Vit hava ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, varð lagt aftrat.
Men, við Sermitsiaq sigur Naviair, at talan er um eitt flogfar við einum motori.
Sambært Skibstrafik.dk hevur vaktarskipið hjá Arktisk Kommando, Knud Rasmussen, eisini verið í leitingarøkinum.
Sambært Sermitsiaq er tað Naviair, sum samskipar leitingarátakið eftir lítla flogfarinum, og tíðliga í kvøld visti Naviair ikki at siga, hvussu nógv fólk kunnu hava verið í flogfarinum.











