NEVZA U19: Máttu lúta fyri Danmark í finaluni

Serliga í triðja settinum bitu Føroyar væl frá sær

Mynd: FBF

Føroyska U19-kvinnulandsliðið í flogbólti vann silvur í NEVZA kappingini, ið hevur verið leikt í høllini á Hálsi í Havn.

 

Í finaluni máttu føroysku kvinnurnar lúta 0-3 fyri Danmark, tó var munurin lítil í tí triðja settinum. 

 

Danmark-Føroyar 3-0 (25-16, 25-18, 25-23)

 

Føroyska U19-manslandsliðið tapti í dystinum um triðja plássið 1-3 fyri Íslandi. Føroyar vunnu fyrsta settið, men máttu so lúta í trimum teimum næstu settunum. Tó var munurin sera lítil í fjórða settinum.

 

Ísland-Føroyar 3-1 (16-25, 25-20, 25-17, 25-23)

 

FBF skrivar: 

 

- Tríggir føroyskir leikarar á Dream Team í 2025 NEVZA U19.

 

Nicola Toftegaard kom á dream team sum kantur hjá kvinnunum.

 

Vuk Ilic kom á dream team sum miðja hjá monnunum, og bróðir hansara Filip Ilic kom á dream team sum kantur. Skrivar FBF. 

 

 

 

Mynd: FBF