Hetta vikuskiftið gjørdist soltið hjá teimum trimum føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í Danmark.
Ígjár tapti liðið hjá Vár og Lív Zachariasen, Ajax á útivølli í Aarhus 23-26 (12-15) fyri AGF. Vár og Lív skutu eitt mál hvør.
Ígjár vóru Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen eisini fyri tapið á útivølli. Ejstrup/Hærvejen tapti 24-29 (11-13) fyri Roskilde.
Í dag taptu Marianna G. Eystberg, Brynhild Pálsdóttir og liðfelagar teirra í Ydun eisini á útivølli. Ydun tapti 22-25 (11-11) fyri Middelfart. Marianna skoraði trý mál.
Ajax er næstfremst í deildini við átta stigum. Ejstrup/Hærvejen hevur seks stig á sjeynda plássinum. Ydun er næstaftast við bert einum stigi.











