Óli skoraði og legði upp til 13 mál í útisigri hjá GOG

GOG eru ósigraðir í teimum seinastu fimm dystunum

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. Dysturin var móti Bjerringbro/Silkeborg.

 

Tað eydnaðist GOG at vinna dystin 35-29. Í steðginum vóru Óli og liðfelagarnir á odda 17-13.

 

Óli avrikaði væl í kvøld við at skjóta sjey mál, leggja upp til seks mál (assist), umframt at vinna liðnum tvey brotskøst. Frederik Bjerre stórspældi eisini fyri GOG. Hann var stórskjútti við 11 málum.

 

GOG og liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus hava 13 stig hvør. Tey eru fimm stig aftanfyri greiða oddaliðið, Aalborg sum hevur 18 stig. 

 

Óli fer nú at hugsavna seg um spennandi Golden League dystirnar hjá landsliðnum í Tróndheimi í Noregi móti Niðurlondum, Noregi og Danmark, ið vera spældir í seinnu helvt í komandi viku.