Rókur í finaluni í beinsveiggj á Norðurevropa meistarakappingini 2025

Rókur Sumberg Vestergaard hevur tryggjað sær pláss í finaluni í beinsveiggj á Norðurevropameistarakappingini 2025.

Føroya Fimleikasamband fegnast um at kunna boða frá, at Rókur Sumberg Vestergaard hevur tryggjað sær pláss í finaluni í beinsveiggj á Norðurevropameistarakappingini 2025.

 

Innleiðandi umførini hjá monnunum vóru hildin fríggjadagin, og Rókur kvalifiseraði seg sum nr. 7 við samlaðu stigatølunum 12.000 (D = 3.70). Hetta er eitt frálíkt úrslit millum sterkar luttakarar úr m.a. Wales, Skotlandi, Onglandi og Finnlandi.

 

Finalan hjá monnunum verður sunnudagin kl. 11.25–12.45, og Rókur verður sostatt millum teir átta fremstu í Norðurevropameistarakappingini á hesum amboði.

 

Vit ynskja honum hjartaliga tillukku við úrslitinum og góða eydnu í finaluni!