Trygd á sjónum
Fiskiveiðieftirlitið og Fjarskiftiseftirlitið hava av og á tosað um, hvussu tað ber til at bøta um trygdina á sjónum.
Tað er ein vaksandi trupulleiki, at sjómenn og útróðrarmenn seta trygdina til viks, serliga á summum økjum. Tað, sumn hugsað verður um i hesum føri, er, tann parturin av trygdini, sum hevur við radiosamskiftið at gera.
Í blaðnum í gjár segði samskiparin á Fjarskiftiseftirlitinum, Don Petersen, at tað vóru fleiri og fleiri bátar, sum ikki høvdu kravdu vhf-útgerðina umborð, men tað er eisini vanligari og vanligari, at menn ikki duga at brúka útgerðina, hóast hon er umborð.
Á Fiskiveiðieftirlitinum eru tey ikki ósamd í hesum at tað er ein trupulleiki, at trygdin verður skúgvað til viks.
Men eftir øllumat døma upplivir Fiskiveiðieftirlitið trupulleikan eitt sindur øðrvísi enn Fjarskiftiseftirlitið.
Elmar Højgaard sigur, at tað mest eru størri bátar og skip, sum Fiskiveiðieftirlitið kannar. Hinvegin sigur Fjarskiftiseftirlitið, at tað serliga eru teir opnu bátarnir, har trupulleikar eru.
Elmar Højgaard, leiðari, sigur, at tað, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við, er, um útgerðin er umborð.
? Tað er ikki okkara borð at kanna eftir, um menn eisini hava tað kravda vhf-prógvið, ella um teir annars duga at brúka útgerðina, sigur hann. Tað er ábyrgdin hjá Fjarskiftiseftirlitinum.
Trupulleikin hjá Fiskiveiðieftirlitinum er fyrst og fremst, at bátar og skip svara ikki aftur, tá ið kallað verður á tey.
?Tað er mangan ómetaliga trupult at fáa samband við bátar og skip, hóast tað er kravt, at tey skulu lurta eftir rás 16, sigur Elmar Højgaard.
? Men tað tykist sum um at teir gloyma at lurta, og tað kann fáa óhepnar avleiðingar , tekur ein neyðstøða seg upp.
Hann sigur, at teir hava lagt til merkis, at støðan versnaði í so máta, tá ið fartelefonin kom, tí tað tykist sum um menn dúva heldur upp á fartelefonina, hóast tað er kravt, at teir skulu lurta eftir rás 16 á vhf.
Annars heldur hann, at tað stendur heilt hampiliga væl til við aðrari trygdarútgerð, sum er kravd umborð á bátum og skipum, í hvussu so er teirri útgerðini, sum hevur mestan týdningin.
? Tað er rár hending, at vit koma framá bátar, sum meiri og minni eru skrædlaðir fyri útgerð, sigur hann.
Tosa um avtalu
Elmar Højgaard sigur, at onkuntíð hevur verið tosað um at fáa eitt samstarv í lag ímillum Fiskiveiðieftirlitið og Fjarskiftiseftirlitið um hesi viðurskiftini.
?Vit hava tosað um, at vit skulu kanna eftir, um menninir umborð á bátum og skipum hava kravda vhf loyvi, tá ið vit kortini eru umborð og gera ymsar kanningar.
Men fyribils er tað ikki vorðið til meiri enn tos. Tó heldur hann, at tað skuldi ikki verið so trupult at fingið eina slíka avtalu í lag um tað, so skuldi tað ikki staðið á Fiskiveiðieftirlitinum at kanna tað eisini.
Spurningurin er so, hvat skal henda við teimum, har neyðugu vhf- loyvini ikki eru umborð, um Fiskiveiðieftirlitið skal fáa heimild til at senda slíkar bátar til lands, men tað fær Elmar Højgaard ikki svara uppá enn.
Men í øllum førum heldur hann, at teir bátar og tey skip, sum ikki svara á rá s 16, tá ið fiskiveiðieftirlitið kallar á teir, áttu at fingið bót.