LANDSDYSTUR
– Eg eri yvirhøvur ikki nøgdur við tapið, tí vit hava so sanniliga marginalarnar í móti okkum. Vit hava líka nógvar kjansir sum teir, um ikki fleiri, men hjá okkum var tað stong út, meðan tað hjá teimum fór inn, segði heldur hugtungi Mikkjal Thomassen beint eftir dystin.
– Men sum eg áður havi sagt, so eru ymsir mátar at tapa upp á, og í dag tapa vit, tí vit eru óhepnir og ikki tí, at vit eru verri enn teir.
Mikkjal heldur sjálvur, at stórur munur var á avrikinum hjá føroyska liðnum fyri og eftir steðgin. Ein av orsøkunum er, at dysturin leygardagin framvegis sat tungt í beinunum, tá dysturin móti skotum byrjaði.
– Tað er eingin ivi um, at tað er tað. Tað kunnu vit ikki fornokta, og sjálvt um vit geva okkum alt vit kunna, so hava vit ikki heilt somu kreftir, vísir Mikkjal á og tekur so stutt saman um dystin:
– Vit hava ilt við at koma í gongd, hava ringt við at fóta okkum, og megna ikki at savna okkum fyrr enn í steðginum. Har siga vit við okkum sjálvar, at hetta kunnu vit ikki standa modell til, tí vit vita, at vit kunnu betur enn tað, vit vístu, og eg haldi at vit reisa okkum flott.
Mikkjal Thomassen er sostatt ógvuliga beiskur um ósigurin, og heldur hann, at føroyska liðið hevur uppiborið meira.
– Vit hava veruliga uppiborið at skapa eina sensatión við hesum liðnum, tí tað er so gott. Tí iðri eg meg eisini um, at vit ikki koma í gongd beinanvegin í dystinum, segði Mikkjal Thomassen beint eftir tepra tapið fyri skotum.