Hava vant hvønn dag í Watford

Fótbóltur: Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni hava vant hvønn dag, síðani teir fóru til Watford

Síðani mánadagin hava Jákup á Borg úr B36 og Heðin á Lakjuni úr KÍ verið í London, har teir venja í 2. deildarfelagnum Watford FC, og higartil hevur gingist stak væl hjá teimum báðum ungu føroyingunum.

Tá vit um døgurðatíð í gjár høvdu umboðsmannin hjá Nordplayer í Føroyum, Jákup í Stórustovu, í telefonini, høvdu Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni verið til venjingar seks ferðir síðani mánadagin.

Heðin hevur vant við 1. liðshópinum einaferð, men annars hava teir vant við 2. liðshópinum.

Enn hava teir ikki verið í rættiligum dysti, men sum skilst er ætlanin at fáa teir við til onkran venjingardyst.

Jákup í Stórustovu sigur, at hjálparvenjarin í Watford letur væl at teimum báðum, sum munnu teljast millum teir evnaríkastu ungu fótbóltsspælararnar í Føroyum í dag.

Teir báðir fóru til Watford fyri at kenna, hvussu gerandisdagurin er í einum yrkisfelag, og ikki beinleiðis fyri at fáa sáttmála.

Ensk fótbóltsfeløg hava ein sonevndan manager, sum millum annað avger hvørjar spælarar felagið ger sáttmála við.

Manager í Watford er kendi fyrrverandi enski landsliðsvenjarin Graham Taylor.

Jákup á Borg kemur heim aftur mánadagin, og Heðin á Lakjuni kemur í aðru viku.

Teir hava tað gott og lata heilsa øllum heima.