Hava ávarað um ruðuleika – nú fáa vit at vita um tey fáa rætt

Eingin avgerð er tikin, og enn hongur alt í leysari luft

Nú Eysturoyartunnilin verður liðugur seint næsta ár, hava nógvar ávaringar verið um ferðsluruðuleika í Runavík, tí talið á bilum, sum fara at koyra ígjøgnum býin, fer at veksa nógv.

Fyri at sleppa undan tíð, hevur tað ligið í kortunum, at ein nýggjur høvuðsvegur skuldi gerast til og frá tunlinum, ígjøgnum fjørina í Runavík.

Men nú fáa vit so at vita um tey, sum ávara ímóti ruðuleika, fáa rætt, tí nú staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum og fíggjarmálum, at tað ber ikki til at siga, nær nýggi høvuðsvegurin verður liðugur.

Terje B. Vestergaard, sum hevur havt sæti á Løgtingið fyri Sjálvstýrið, hevur spurt Jørgen Niclasen, hvussu tað gongur at gera nýggja høvuðsvegin ígjøgnum Runavík.

Løgtingsmaðurin sigur, at skal ruðuleiki ikki valda í ferðsluni frá Eysturoyartunlinum er neyðugt, at arbeiðið upp á vegin byrjar alt fyri eitt.

Men tað skal hann ikki gera sær nakrar sum helst vónir um, tí Jørgen Niclasen sigur, at málið er ongan veg komið.

Undanfarna samgonga legði eitt uppskot fyri Løgtingið um vegin, men tað datt burtur, tí tað varð ikki avgreitt, tá ið løgtingsvalið varð útskrivað.  

Og Jørgen Niclasen sigur, at tað málið verður neyvan lagt fyri Løgtingið aftur, tí tað var slett ikki búgvið at leggja fyri Løgtingið.

Hann sigur, at vegurin er nevniliga ikki projekteraður og sostatt er hendan verkætlanin ongan veg komin enn.

Fyrr enn vegurin er projekteraður, ber heldur ikki at siga, hvussu hann skal leggjast, nær farið verður undir hann, og hvussu nógv hann fer at kosta.

Annars sigur Jørgen Niclasen, at landsstýrið arbeiðir við at leggja eina langtíðar íløguætlan og at nyggi vegurin í Runavík verður lagdur í hesa ætlanina.

Áðrenn íløguætlanin er liðug, ber ikki til at siga, hvussu nógv verður sett av til verkætlanina næsta ár, og tey næstu árini, sigur hann.

Tað er heldur ikki greitt, hvussu kostnaðarbýtið verður ímillum Landið og kommunurnar, sigur Jørgen Niclasen.