Skálafjørður: Eins og alla aðrastaðni kring landið varð eisini savnað inn í Eysturoynni sunnudagin. Og eisini har gekk alt uppá stás, og innsavnararnir vórðu væl móttiknir.
Sunleiv Højgaard, formaður í Postfelagnum, samskipaði innsavningina uttanfyri Havnina. Tað vil siga, at uppgávurnar vórðu býttar út til álitisfólkini hjá Postfelagnum á teimum ymsu økjunum, sum síðani býttu uppgávurnar út einaferð afturat millum postboð og innsavnarar.
- Her á eystara armi á Skálafjørðinum høvdu vit 36 fólk í gongd, og tað tók bara góðar tveir tímar, so var alt yvirstaðið, greiðir Sunleiv Højgaard frá.
Ongir trupulleikar
Sunleiv Højgaard letur ómetaliga væl at innsavningini. Ongir trupulleikar vóru at fáa fólk til arbeiðis hendan seinnapartin, og øll postboðini, eisini fyrrverandi postboð og onnur starvsfólk hjá Postverkinum fóru til verka sunnudagin.
Posthúsið í Saltangará var brúkt sum savningsstað fyri eystara arm á Skálafjørðinum. Har varð møtt upp klokkan 14, og síðani varð innsavningin skipað víðari. Hvørt postboð fór á sítt øki saman við fimm øðrum innsavnarum.
- Eg eri ótrúliga takksamur fyri, at øll hava gjørt ein so stóran innsats. Tað er jú ókeypis arbeiði, men kenslan ein fekk aftaná av at síggja, at alt gekst so væl, var ótrúlig, sigur Sunleiv.
Sunleiv Højgaard er rættiliga vísur í, at øll hús hava havt vitjan av innsavnarum. Har fólk ikki hava verið heima, varð eitt giro-kort slept innum.