Havbúnaðarfelagið heiðraði Andrias Reinert

Tá Havbúnaðarfelagið fríggjadagin 23. februar hevði eitt fakligt tiltak fyri starvsfólkum í alivinnuni og øðrum, heiðraði felagið Andrias Reinert, sum hevur verið virkin í alivinnuni síðan í 1960’unum

Á fakdegnum hjá Havbúnaðarfelagnum heiðraði felagið Andrias Reinert, sum hevur verið virkin í alivinnuni síðan í 1960’unum.
  
Her er brot úr røðuni sum Atli Gregersen, næstformaður í felagnum helt fyri Andriasi:                                   
Nú Andrias Reinert var givin í starvi sínum sum aliráðgevi, var tað onkur í vinnuni sum helt, at Andrias skuldi verið heiðraður fyri sín stóra leiklut at menna alivinnuna. Nevndin í Havbúnaðarfelagnum helt hetta vera eitt frálíkt hugskot og hevur tí valt at heiðra Andrias á fakdegnum í dag.
 
Tað er ein æra fyri meg at sleppa at handa Andriasi heiðurin. Andrias Reinert byrjaði á Fiskirannsóknarstovuni í 1958. Tá sílaalingin byrjaði fór Andrias í 1965 til Danmarkar og Noregs at seta seg inn í, hvussu aling av sílum fór fram.
 
Andrias gjørdist ráðgevi og viðspælari hjá Júst í Túni, sum var byrjaður at ala síl. Í 1973 yvirtók tað almenna allan partapeningin í P/F Fiskaaling, og tá gjørdist Andrias stjóri. Hetta starv hevði hann líka til 1995.
 
Síðani hevur Andrias verið aliráðgevi hjá landinum, til hann legði frá sær í 2004. Andrias hevur verið ein sera týdningarmikil maður fyri alingina í Føroyum. Hann hevur alla tíðina roynt at viðvirka til, at alingin av laksi og sílum hevur verið rikin so burðardygt sum møguligt.  Edmund Joensen, sum var við í Fiskaaling tey nógvu fyrstu árini, sigur um Andrias: ”at hann var vísindamaðurin, sum alla tíðina fann fram vitan um aling. Hann dugdi væl at halda sambandið við serfrøðingar í Danmark og síðani Noregi.”
 
Andrias hevur ofta ávarað móti fyrilitarleysari aling, og hevur hann roynt at ávirkað til tess, at alingin gjørdist so burðardygg sum møguligt. Í dag eru allir partar í alivinnuni samdir um, at ein bert skal ala ein árgang av laksi á einum fjørði ísenn, og at tað er rætt at leggja bakk eina tíð, áðrenn nýggj smolt verða sett út. Hesi sjónarmið hevur Andrias borið fram í gjøgnum nógv ár. Samstundis sum Andrias hevur havt leiklutin sum tann, ið helt aftur, so hevur hann eisini verið íbirtarin og tann, sum royndi at finna nýggjar vegir at ganga. Ein av avmarkingunum í alingini í Føroyum er, at vatnmongdin í áunum hevur forðað fyri at ala eitt stórt tal av smolti. Í dag er endurnýtsla av vatni ein sjálvfylgja, og hesin fløskuhálsur er sostatt burtur. Andrias vísti tíðliga í tíðini á støð har endurnýtsla av vatni varð brúkt við góðum úrsliti.
 
Andrias Reinert hevur verið partur av teimum skiftandi almennu nevndunum ella ráðunum í nógv harrans ár, sum hava havt ein leiklut í alivinnuni. Hann sat millum annað sum formaður í aliráðnum í nógv ár. Andrias hevur fyri langari tíð síðan sagt, at alifeløgini mugu hava tríggjar firðir í part fyri at kunna reka eina burðardygga framleiðslu. Tá vit vita at talið av firðum er umleið 20, er skjótt at rokna út at tað bert er pláss fyri umleið 7 alifeløgum í Føroyum.
 
Persónurin Andrias
 
Eg arbeiddi á Fiskaaling í fýra ár. Eg  minnist Andrias, sum ein vinaligan og skemtingarsaman mann. At Andrias er ein sangari av Guds náði. Ja tað vita tey flestu. Mangar eru søgurnar um, hvussu Andrias hevur bergtikið áhoyrarar bæði innan og uttanlands, og tá alarar hava verið samlaðir, hevur Andrias ofta sett dám á veitsluna við sínum frálíka sangi. Andrias framførdi ”My way” fyrstu ferð í einari V4 sending í 1983, haldi eg tað var. Meg minnist, hvussu hann vandi vikuna upp undir sendingina, at byrja við varliga, men síðani við meira og meira lívi í. Av og til so sparraði hann í ”I did it my way”. Andrias hevur við sínari persónligheit verið ein flottur ambassadørur fyri Føroya Land. Hann hevur luttikið í samband við, at útlendingar hava vitja hendaveg og hann hevur verið til manga messuna og ráðstevnuna serliga í Norra. Allastaðni hevur hann verið væl kendur og dámdur. Nú hann nýtur sítt otium, kann hann við góðari samvitsku siga: I did it my way.