Einskiljingin av Atlantsflogi
Tað kom ógvuliga dátt við hjá Bjarna Djurholm at lesa Sosialin mikudagin.
Har sáddu tríggir tingmenn úr samgonguni iva um ætlanina at einskilja Atlantsflog. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at einskilja Atlantsflog, men teir tríggir samgongumenninir gjørdu greitt, at í veruleikanum var ongin avtala í samgonguni um málið.
Men í Sosialinum í gjár boðaðu tríggir aðrir tingmenn úr samgonguni frá, at onki hald var í atfinningunum og at málið var væl og virðiliga lýst og fyrireikað í samgonguni og at allir flokkar høvdu givið tilsøgn um at tað varð lagt fyri Løgtingið.
Ongantíð so væl fyrireikaður
Og Bjarni Djurholm kann ikki annað enn geva teimum rætt.
Einskiljingin av Atlantsflogi er eitt sera týdningarmikið mál, tí hetta er fyrstu ferð, at Løgtingið skal taka støðu til at selja eitt alment felag.
- Tí havi eg lagt alla orku í at fyrireika málið so væl sum yvirhøvur gjørligt og eg tori at pástanda, at øll árini, eg havi verið í politikki, er onki mál, sum er so væl fyrireikað, so væl gjøgnumarbeitt og so væl upplýst, sum hetta, sigur Bjarni Djurholm.
Hann heldur, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at hetta málið verður handfarið rætt og tí hava vit lagt alla orku í at fyrireika tað so væl, at ongi ivamál skulu vera.
Tí skilir hann ikki, at samgongumenn nú eru farnir at sáa iva um ætlanina og hann heldur at tað er beinleiðis ósakligt.
-Eg kann bara geva formanni javnaðafloksins á tingi, Kristiani Magnussen rætt, táið hann í Sosialinum í gjár segði, at summi tingfólk royndu at finna semjur, onnur rondu bara at gera vart við seg sjálvi.
- Eg havi ongantíð fyrireikað eitt mál so væl sum hetta fyri at tryggja politiska undirtøku fyri tí. Men er fyrireikingin í hesum máli ikki nóg mikið, veit eg rætt og slætt ikki, hvat kann gerast fyri at upplýsa málið betri.
Òteljandi fundir
Bjarni Djurholm sigur, at málið um at einaskilja Atlantsflog hevur verið fyri á óteljandi fundum í samgonguni, í lítlu samgongu, í vinnunevndunum og á fundum í teimum ymsu flokkunum. Harumframt hava umboð fyri flokkarnar, umboð fyri vinnunevndina og umboð fyri flokkarnar, verið á eini ørgrynnu av fundum um málið.
- Eg havi rætt og slætt ikki hugflog at hugsa mær til, hvussu vit skuldu upplýst flokkarnar betri, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.
Hann staðfestir eisini, at allir flokkar í samgonguni hava skrivliga góðtikið ætlanina og hava góðtikið, at tað verður lagt fyri tingið, sum tað er nú.
Hann hevur eisini tosað beinleiðis við flestu tinglimir í samgonguni og greitt teimum frá ætlanini og teir góvu honum allir sum ein tilsøgn um at leggja málið fyri tingð.
- Tí er tað beinleiðis ósatt, at tað ikki er nóg væl viðgjørt í samgonguni og tað harmar hann, at tingmenn nú sáa iva um tað av orsøkum, sum bara kunnu vera tann beri profileringshugur.
Bjarni Djurholm sigur, at hann eisini nú hevur fingið váttað frá javnaðarflokkinum og fólkaflokkinum, at tað er ongin trupulleiki við málinum og í Sosialinum í gjár kundi hann lesa, at eisini formaður sambandsfloksins váttar, at ongin trupulleiki er.
Einaferð ella tvær ferðir
Bjarni Djurholm sigur, at tað einasta, sum sakliga kann skilja tinglimir, er, um Atlantsflog skal einskiljast í einum ella í tveimum løgtingssamtyktum.
Sum málið liggur nú, skal Løgtingið fyrst einskilja 33% og selja tey á virðisbrævamarknaðinum. Seinni skal Løgtingið so einaferð afturat samtykkja at selja 33% til íleggjarar.
-Hetta er eftir mínum tykki einasta ivamál, sum kann vera í allari einskiljingini og hetta er einasta sakliga atfinningin, ið tingmenn hava ført fram.
Sjálvur vildi Bjarni Djurholm helst, at øll 66% vórðu einskild í einari og somu løgtingssamtykt.
- Hinvegin hava allir flokkar gjørt greitt, at teir vilja hava gongd á virðisbrævamarknaðin nú og tí var uppgávan at fyrireika søluna so, at tað kundi bera til.
- Men skal ein partur av Atlantsflog á virðisbrævamarknaðin, er tað eitt krav frá myndugleikunum, at minst 300 partaeigarar skulu vera og tí verður farið eftir teimum smáu íleggjarunum fyrst.
- Sostatt verða 33% einskild í fyrstu syftu til almenningin at keypa og seinni verða so aftur 33% seld til íleggjarar.
Bjarni Djurholm ásannar, at hetta er tann nætbesta loysnin, men fyri tað er hetta ikki ein vánalig loysn, men tað er orsøkin til, at málið má í Løgtingið tvær ferðir.
Men hinvegin staðfestir hann, at kemur Løgtingið til tað niðurstøðu, at alt skal gerast í einum, kann hann bara taka undir við tí og tað stendur eisini í uppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið.
Hann vísir eisini á, at Atlantsflog tekur undir við ætlanini. Felagið heldur, at besta loysnin er at einskilja øll 66% í einum, men kortini er tað betri, at 33% verða einskild nú, heldur enn at onki hendir.
Hann leggur afturat, at tað er rætt og slætt neyðugt at einskilja Atlantsflog nú.
- Vit samráðast við ES um fult frælsi at flúgva upp á Føroyar, samstundis skulu vit longja flogvøllin og Atlantsflog stendur fyri stórum avbjóðingum í sambandi við at útvega nýggj flogfør.
- Tí kann landið ikki eiga eitt felag, sum kappast við flogfeløg á privata marknaðin, sigur Bjarni Djurholm.
Annars gleðir hann seg til viðgerðina í Løgtinginum og sum hann sær málið nú, er einasta ivamálið um Atlantsflog skal einskiljast í einum ella tveimum og hvat tað endar við, verður so nakað, sum vðgerðn í Løgtinginum kemur at vísa.