Havin.fo hevur eisini vakstrarhús 

Tá hann byrjaði anlegsgartnarafyritøkuna í 2013, var hann einsamallur og hevði eisini annað arbeiði at røkja. Men, virksemið vaks, og skjótt vóru tey fleiri, sum vóru knýtt at fyritøkuni, sum loysir nógvar ymiskar uppgávur.

 

- Vit eru sera fegin um leigumálið í Sandavági, og sjálvur gjørdist útleigarin eisini ógvuliga fegin, tá hann frætti, at vakstrarhúsið í Sandavági aftur fór at fáast við plantur, runnar og trø.

Øll árini síðan byrjan hevur fyritøkan veitt tænastur við breiðari vitan og førleikum innan gartnaravirksemi til bæði privat, virkir, stovnar og kommunur, og nú eru tey eini 18 fólk til arbeiðis, tá mest er at gera um summarið.

 

Um veturin er sjálvsagt ikki líka nógv gartnaraarbeiði, sum í summarhálvuni, men tá fyritøkan eisini tekur sær av grevstri, planering og øðrum smærri lendisuppgávum, eru hesar uppgávur ikki so árstíðarbundnar.

 

Havin.fo hevur eisini leigað seg inni í syðra part av vakstrarhúsinum í Sandavági, og tískil verður spennandi at síggja, sum tíðin gongur, um hesin parturin av virkseminum hjá fyritøkuni fer at veksa enn meira.

 

Anlegsgartnarafyritøkan, sum vit umrøða, er Havin.fo, sum John Kári Midjord á Argjum eigur og rekur.

 

Ein partur av fjølbroytta virkseminum er nýgerð av ymiskum slag, og ein annar partur er viðlíkahald, sum veitarin ger fyri kundaskaran, sum Havin.fo nú veitir regluligar tænastur til.

 

- Vit hava øll amboð og eisini seramboð í okkara virksemi. Her er bæði lastbilur, fýra gravmaskinur, smáir dumparar, hjólbørur við motori og onnur vanlig gartnaraamboð, sigur John Kári Midjord.

Umframt vanligt gartnaraarbeiði, sum eisini fevnir um grevstur og planering, tekur Havin.fo sær eisini av at drena lendi, skifta oljutangar og mangt annað, sum spurt verður eftir. 

- Vit hjálpa eisini fólki at gera eina ætlan yvir, hvussu eitt grundstykki kann koma at síggja út. Eitt nú kunnu vit koma við einum ella tveimum teknaðum uppskotum, og síðan gera vit eitt óbindandi tilboð, sum støða kann takast til. 

 

##med2##

Sjálvur er John Kári Midjord útbúgvin anlegsgartnari við sergrein í anlegsteknikki. Aftrat sær hevur hann aðrar gartnarar við útbúgving og fólk við ymiskum fjølbroyttum førleikum. 

- Ein stórur partur av okkara arbeiði er at leggja flísar, og vit gera bæði blómukassar og terassur umframt smærri timburarbeiði, sigur hann. 

Nú Havin.fo hevur leigað seg inn í syðru lonina í Vakstrarhúsinum í Sandavági, hava tey eina rúgvu av ymiskum útiplantum úr ymiskum føroyskum stiklingum. 

- Vit eru sera fegin um hetta leigumál við Boga Jacobsen, sum hevur konu úr Sandavági, og sjálvur gjørdist útleigarin eisini ógvuliga fegin, tá hann frætti, at vakstrarhúsið í Sandavági aftur fór at fáast við plantur, runnar og trø.

John Kári Midjord sigur, at fólk eru altíð vælkomin at venda sær til fyritøkuna, og ætlanin er eisini at hava vakstrarhúsið opið onkrar dagar í vár. Her eru eisini nógvar og ymisk littar staudi, sum pynta um í túninum ella urtagarðinum. 

- Ofta er onkur í húsinum, og stendur ein hvítur bilur í túninum, kunnu fólk altíð taka í hurðina. Annars ber til at venda sær til Havin.fo við fyrispurningum - á Facebook-síðuna ella á Instagram hjá okkum, sigur John Kári Midjord.

 

##med3##

 

- Vit eru sera fegin um leigumálið í Sandavági, og sjálvur gjørdist útleigarin eisini ógvuliga fegin, tá hann frætti, at vakstrarhúsið í Sandavági aftur fór at fáast við plantur, runnar og trø.

Havin.fo tekur sær bæði av tí stóra og tí smáa, soleiðis sum henda myndin vísir.