Komandi dagarnar verður órudd á havnaøkinum í Havn fyribeint fyri eigarans ábyrgd og rokning
Allahalgannadagur er farin aftur um, og harvið eisini freistin, sum Tórshavnar havn setti fólki at beina burtur ómerktar bátar, bátavognar og ?stólar á havnaøkjunum í kommununi.
Í lýsing komandi dagarnar ger Tórshavnar havn vart við, eins og gjørt er fyrr, at bátar, vognar og stólar, sum enn liggja á økinum, verða uttan aðra ávarðing fyribeind fyri eigarans ábyrgd og rokning. Hetta veit kommunan at siga á heimasíðu sínari.