Sjóvar kommuna skrivar, at bryggjan verður tilsamans 100 metur lang, og økir um havnalagið við umleið 2500 fermetrum
Í dag bleiv sáttmáli undirskrivaður við Sp/f Rókin, um at gera bryggjuna.
Tað vóru stjórin í Sp/F Rókin, Jákup Martin Kjeld, og borgarstjórin Hans Anders Jacobsen sum skrivaðu undir á kommunuskrivstovuni í morgun. Arbeiði byrjar, so skjótt øll loyvir eru klár, og verður væntandi liðugt í 3. ársfjórðingi í 2026.
##med2##
##med3##














