Havnar Arbeiðskvinnufelag skipar fyri sangkapping

Í sambandi við at Havnar Arbeiðskvinnufelag verður 70 ár komandi ár, varð samtykt á seinasta aðalfundi at skipa fyri eini kapping um at skriva ein sang.
Evni er: Gerandisdagur tín, arbeiði og tað ið liggur tær nær.

Uppskot skulu sendast inn til Havnar Arbeiðskvinnufelag, Bøgøta 10, FO-100 Tórshavn, merkt: "Sangkapping", innan 6. Januar 2006.

Vinnararnir verða kunngjørdir á aðalfundinum. 1. virðisløn er 5.000 kr., 2. virðisløn er 3.000 kr. og 3. virðisløn er 2.000 kr.